Erika Hayfield & Jórun Vágsheyg
Erika Anne Hayfield, lektari á Søgu- og Samfelagsdeildini, og Jórun Vágsheyg, granskingarhjálpari á Setrinum
06.03.2025
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Almenna kjakið um javnstøðulógina í Føroyum

Stríðið fyri at fáa eina javnstøðulóg í Føroyum vardi í fleiri ár og elvdi til nógv kjak í almenna rúminum. Áhaldandi stríðið um javnstøðulógina hevði við sær, at viðurskiftini millum menn og kvinnur av álvara gjørdust eitt politiskt mál. Ein vísindalig grein, skrivað av Eriku Anne Hayfield og Jórun Vágsheyg, viðger kjakið um javnstøðulógina og hugsjónir um javnstøðu í Føroyum frá 1980 til í dag.

Tá ið javnstøðulógin varð samtykt á tingi í 1994, var tað eitt týðandi fet á javnstøðuleiðini í Føroyum. Veruligt stríð hevði tá verið um lógina í fleiri ár. Longu í 1981 varð ein javnstøðunevnd sett, sum hevði til uppgávu at ráðgeva um javnstøðuviðurskifti og vera við í fyrireikandi arbeiði til eina javnstøðulóg. Tað uppskotið fall í 1988.

Í fjør fylti javnstøðulógin so 30 ár, men spurningurin er, í hvønn mun hugburðin til kynsleiklutir er broyttur. Í tí sambandinum hava Erika Anne Hayfield og Jórun Vágsheyg givið út vísindaligu greinina “Hvussu javnstøðulóggáva varð til í Føroyum: Ein greining av diskursi” í tíðarritinum Fróðskaparrit. Greinin lýsir menningina av javnstøðulóggávu í Føroyum og viðger kjakið í almenna rúminum um javnstøðulógina í tíðarskeiðinum frá 1980 til aldarskiftið.

Hugsjónirnar um javnstøðu verða viðgjørdar, og samanborið verður við støðuna í dag. Føroyar eru partur av norðurlendsku vælferðarsamfeløgunum. Samstundis eru Føroyar eisini eitt lítið samfelag við egnum samleika og sterkari kenslu av at vera oyggjasamfelag. Greinin vísir, hvussu tann samansetti samleikin, sum liggur í at vera lítið oyggjasamfelag og at hoyra til norðurland, hevur myndað javnstøðu í Føroyum.

Greiningin og niðurstøðurnar í kanningini eru grundaðar á nærum 200 blaðgreinar av ymsum slagi, frá oddagreinum, profilgreinum, politiskum valgreinum og lesarabrøvum. Greinin byggir harumframt á samrøðudáta, skjalatilfar frá løgtinginum (uppskot til løgtingslógir og frágreiðingar frá løgtingsnevndum), frágreiðingar frá Javnsetingarnevndini og løgtingskjak.

Greinin hevur eina kritiska diskursanalytiska tilgongd. Diskursur verður her skiltur sum mál, sum bæði speglar og formar samfelagsligar skipanir, ideologiir og valdsviðurskifti. Hetta fevnir um meira enn bert talaðan ella skrivaðan tekst. Tað inniheldur eisini sosialar siðvenjur, institusjonellar rammur og søguligar samanhangir, sum ávirka, hvussu mál verður framleitt og brúkt.

Í greiningartilgongdini vóru tríggjir yvirskipaðir javnstøðudiskursir eyðmerktir í trimum
tíðarskeiðum. Kjakini eru bólkað niðanfyri:

1. ”Javnstøða í einum smáoyggjasamfelagi, har átrúnaður hevur stóran týdning (1980-1990)”. Í hesum tíðarskeiði er nógv av javnstøðukjakinum knýtt at átrúnaði, undirliggjandi átrúnaðarligum hugsjónum og bíbluni. Javnstøða varð tá fatað sum eina hóttan móti kristnum virðum og siðbundna familjusamfelagnum.

2. Javnstøða sum partur av føroyskum samleika (1990-2000). Í hesum tíðarskeiði er snúningspunktið stríðið um at fáa eitt uppskot til løgtingslóg um javnstøðu lagt fram og samtykt. Kjakið gjørdist meira intensivt, har undirliggjandi fatanir um kynsleiklutir vóru lýstar sum ein føroyskur veruleiki, tí menn sigldu úti, og kvinnur vóru heima. Javnstøðulógin var fyri tey, ið vóru ímóti, nakað sum kom uttanifrá (serliga úr norðurlondum) og ein hóttan móti føroyska samleikanum og mentanina.

3. Javnstøða sum (ó)viðkomandi (2012-2022). Í seinasta tíðarskeiðnum, sum greinin viðger, verður javnstøða viðgjørd í minni mun í almenna rúminum, og er viðgerðin heldur tongt at ávísum støðum ella tíðarskeiðum, t.d. altjóða kvinnudegnum. Javnstøða í sjálvum sær tykist hava vunnið frama, og tí er kjakið flutt til spurningnar um javnar møguleikar í mun til javna umboðan, serliga við atliti at arbeiðsmarknaðinum og barsilsfarloyvi.

Greinin kann lesast her: The emergence of gender equality legislation in the Faroe Islands: A discursive study