Ársfrágreiðing: Tørvur er á granskingarstørvum
Vísindalig gransking er í dag avgerandi fyri, um framkomin samfeløg skulu kunna standa mát í longdini. Í hesum sambandi hevur landsins størsti granskingarstovnur, Froðskaparsetur Føroya, alstóran týdning í menningini av Føroyum sum eitt land, har vitan og granskingargrundaðar mannagongdir eru tað, sum vit stýra eftir
Bæði ítøkiliga og úrtøkiliga er universitetsheimurin í Føroyum nýggjur, tá vit samanbera við onnur Norðurlond og Europa. Hetta ger, at granskingargrundaðu arbeiðshættirnir í okkara universitetsheimi kunnu tykjast fremmandir summastaðni í samfelagnum, og at manglandi fatan onkuntíð er fyri, hvat ið krevst, skulu Føroyar av álvara fáa fasta og burðardygga grund undir eitt nútímans universitet.
Hóast ungt, hevur Fróðskaparsetrið ment seg ómetaliga nógv seinastu fáu árini, og vit eru áleiðis málinum at blíva eitt nútímans universitet, ið lýkur somu dygdarkrøv, sum tey europeisku universitetini gera. Hetta stendur at lesa í ársfrágreiðingini fyri gransking í 2021 á Fróðskaparsetrinum.
Í dag arbeiða meira enn hálvtannaðhundrað akademisk starvfólk á Setrinum, sum eisini hevur meira enn 1000 lesandi.
Yvirskipað er kynsbýtið millum akademisku starvsfólkini javnt, men á ávísum deildum og millum starvsfólk við granskingartíð er rúm fyri bata, tá um javnstøðu ræður.
Yvirlitið yvir granskingina á Setrinum vísir støðuga menning, M.a. er talið av útgivnum javnlíkamettum greinum, har starvsfólk á Setrinum eru nevndir rithøvundar, vaksið við níggju prosentum frá 2020 til 2021. Í sama tíðarskeiði er málið í strategiætlan Setursins um, at 60 prosent av akademisku starvsfólkunum skulu útgeva greinar í javnlíkamettum ritum við í mesta lagi tveimum ára millumbilum, rokkið. Hinvegin verður málið um, at 60 prosent av akademisku starvsfólkunum við í mesta lagi tveimum ára millumbilum eru nevndir umsøkjarar á dygdargóðum umsóknum um uttanhýsis fígging av granskingarverkætlanum, ikki rokkið í tíðarskeiðnum 2020 og 2021.
Talið á ph.d.-lesandi á Fróðskaparsetrinum – altso framtíðar granskarum – er somuleiðis vaksið seinastu árini. Hetta er gleðiligt, tí Føroyum tørvar alsamt fleiri starvsfólk, sum kunnu arbeiða granskargrundað og loysa torgreiddar trupulleikar fyri samfelag og fólk. Hesin tørvur fer óivað bara at vaksa sum frálíður, og tí er átrokandi, at fíggjarligur stuðul framhaldandi verður latin til at seta enn fleiri ph.d.-lesandi.
Sum dáturnar vísa, standa granskarar okkara seg væl. Hetta er galdandi bæði á Setrinum, í føroyska samfelagnum og millum føroyingar uttanlands. Vit hava granskarar, ið hava tikið seg fram í oddin á sínum granskingarøki. Magni Mohr, professari, hevur til dømis fingið altjóða viðurkenning frá heimsheilsustovninum WHO, Uni Árting, jarðfrøðingur á Jarðfeingi, er nú við í vísindatoymi hjá amerikanska rúmdarstovninum, NASA, og David Arge Klevang, ið er lektari á DTU Space, var við síni slóðbrótandi gransking í rúmdartøkni við til at seta Perseverance Rover á Mars saman við NASA.
Verða dáturnar í ársfrágreiðingini greinaðar nærri, síggja vit tó eisini eina skipan við ávísum veikleikum. Summi fakøki eru í vanda fyri at fara fyri bakka, um vit missa ávís starvsfólk. Hetta er ein trupulleiki, ið fleiri smátjóðir hava.
Vit hava í løtuni 18 ph.d.-lesandi á Setrinum. Hesi verða í stóran mun doktarar á granskingarøkjum, sum føroyska granskingarumhvørvið stendur á odda fyri. Men tá hesi hava staðið prógv, hava tey fáar møguleikar at halda fram í Postdoc-størvum. Hesi størv eru granskingarstørv burturav, har nýggi ph.d.-arin tekur tey avgerandi fetini fram móti at gerast sjálvstøðugur granskari.
Vit mugu taka tøk í hesum sambandi, so vit ikki sáa í oyðijørð. Tí er tað okkara vón, at fyrst av øllum landið, men eisini kommunur, stovnar og fyritøkur í nógv størri mun enn nú fara at fata og raðfesta stuðul til gransking sum eina neyðuga íløgu í framtíðina.
Heimurin í dag og í morgin er ikki, sum hann var. Hann er á øllum økjum vorðin meira fjølbroyttur, samansettur og kompleksur, enn hann nakrantíð hevur verið í søgu menniskjans.
Tí krevja dagsins avbjóðingar, bæði tær staðbundnu, men eisini tær globalu, skikkaðar og burðardyggar loysnir, sum megna at lofta hesum skjótt skiftandi kompleksitetinum.
Tað er júst hetta, sum gransking ger. Og tað er júst hetta, sum er grundarlagið undir einari granskingargrundaðari tilgongd og einum sterkum universiteti.
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...