
(Foto: Poul Guttesen)
Gott kjak á námsvísindaliga granskingardegnum
Hósdagin 24.apríl varð námsvísindaligur granskingardagur á triðja sinni hildin í auluni á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya
Dagurin var avbera væl eydnaður, og aulan var fullsett.
Ingi Heinesen Højsted, granskingarleiðari og lektari, beyð fyrst vælkomin, og síðani leiddi Bára Berghamar Danielsen, ph.d.-vísindastarvsfólk okkum ígjøgnum dagin.
Aftur í ár hildu granskarar á NÁD áhugaverdar framløgur um gransking, ið rørir seg viðvíkjandi námsfrøði og skúlaskapi í Føroyum – og í ár vóru framløgurnar hesar:
“Minority voices and contact spaces in school education”, Kalpana Vijayavarathan-R, dekanur
“Hvussu gerast vit vatnvon?”, Helgi Winther Olsen, ph.d.-vísindastarvsfólk
“Barnsins stovnslív 5 til 8 ár og stovnsskiftini tey fara ígjøgnum í Føroyum”, Sonja Olsen, Ph.d.-vísindastarvsfólk
“At navigera í spenningum millum eina kompensatoriska og eina inkluderandi fatan av samanhanginum millum almenna námsfrøði og námsfrøði: Støðan í Føroyum”, Frida Poulsen, adjunktur
“Hví skulu vit eftirútbúgva lærarar? - Og hvussu verður eftirútbúgvingartilboðið skipað á Námsvísindadeildini komandi árini?”, Hans Harryson, lektari
Síðani varð pallborðsfundur við aktuella evninum: Hvussu fáa vit fleiri fólk við námsfrøðiligari útbúgving í Føroyum?.
Í kjakpanelinum vóru Djóni Nolsøe Joensen, Landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, Sanna á Løgmansbø, forkvinna í Pedagogfelagnum, Edvard Heen, stjóri fyri Almannaverkið,
Per Martin Gregersen, formaður í Kommunala arbeiðsgevarafelagnum, Hans á Lag, nevndarlimur í Hjálparfólkafelagnum, og Sonja Olsen, ph.d.-vísindastarvsfólk á Námsvísindadeildini.
Orðstýrari var Sigri M. Gaïni, ph.d. og námslektari.
Orðaskiftið var áhugavert, og áhoyrararnir høvdu nógvar spurningar og viðmerkingar til panelluttakararnar.
Í kjakinum kom m.a. fram, at nýhugsan má til fyri at loysa ovurstóru samfelagsavbjóðingina, sum trotið á fólki við námsfrøðiligari útbúgving er.
Áherðsla varð løgd á, at námsfrøðin sum fakøki má “tosast upp”, og at tað ikki kemst uttanum, at lønin spælir ein avgerandi leiklut í hesum sambandi.
Eitt hugskot var at gera sum eitt nú í Norra, har lønin samsvarar við ECTS-stigini, heldur enn hvørja útbúgving, ein hevur tikið. Hetta merkir eitt nú, at sjúkrarøktarfrøðingar, lærarar og námsfrøðingar fáa somu løn.
Eitt annað, ið varð nevnt, var, at ymisk fakfeløg áttu at samstarva nógv tættari og møguliga havt lønarsamráðingar saman, heldur enn hvør sær.
Ein annar týdningarmikil liður í kjakinum var, hvussu umráðandi tað er, at námsfrøðin og námsfrøðiligu útbúgvingarnar eru grundaðar á gransking og ítøkilig granskingarúrslit til tess at fáa dygdargóða fakligheit á øllum námsfrøðiliga økinum í Føroyum.
Somuleiðis varð skift orð um, hvussu týðandi tað er við stabiliteti á útbúgvingarøkinum og at fáa nóg nógvar útbúnar námsfrøðingar. Í hesum sambandi varð tað hildið at vera óheppið, at átakið hjá Námsvísindadeildini at taka tveir flokkar av námsfrøðingalesandi upp, ikki slapp at standa sína roynd í longri tíðarskeið.
Samanumtikið var námsvísindaligi granskingardagurin kveikjandi og legði upp til refleksjónir og kjak, ið eru alneyðug at halda fram við.
Nógv áhugavert kom fram undir kjakinum, sum kanska eigur at vera drúgvari næstu ferð
Kalpana Vijayavarathan er dekanur á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum
Helgi Winther Olsen, ph.d.-vísindastarvsfólk á Námsvísindadeildini
Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum
Frida Poulsen er varadekanur á Námsvísindadeildini