University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Bárður Larsen.jpg

Bárður Larsen er lektari í løgfrøði á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya

31.08.2023
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin

Føroyska heimastýrið merkt av tulkingarstríði

Bárður Larsen, lektari í løgfrøði á Søgu- og samfelagsdeildini, hevur útgivið grein í temaútgávu um heimastýri í Europa í leiðandi fronskum fyrisitingarrættarligum tíðarriti

Greinin vísir á, at føroyska heimastýrið er dømi um stjórnarrættarliga skipan, ið er merkt stríði millum ymisk tulkingarnarrativ.

Øðrumegin er skipanin merkt av høgum stigi av faktiskum sjálvræði, men hinumegin hevur almenna danska tulkingin kortini verið merkt av grunslum -ið ikki fylgja av grundlógini sjálvari, men eru tulkaðir upp á hana – um, at føroyska heimastýrið er grundað á einvegis danska lóggávu og undirskipað fult danskt lóggávuræði.

Føroyskir løgfrøðingar, sum hava arbeitt við hesum spurninginum, og ávísir danskir løgfrøðingar, hava øvugt tulkað skipanina so, at heimastýrið stendur á egnari grund.

Greinin er útgivin í Revue française de droit administrative, vol. 39, nr. 3, 2023, s. 15-24, undir heitinum ”L’autonomie des îles Féroé au sein du Royaume danois”, sum merkir "Føroyska heimastýrið innan fyri danska kongaríkið".

Greinin er umsett úr enskum av fronsku ritstjórnini.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Heini Í Skorini Fróðskaparsetur Føroya

    65 granskarar á arktiskari verkstovu á Setrinum

  2. Náttúrumynd V Hvalba Brynhild Thomsen

    Almennur fyrilestur: Burðardygd í ferðavinnuni

  3. Elsa Berg Og Uarctic Congress 2026

    - Havnin er klár til UArctic-kongressina í 2026