University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Bátur freepics.png
08.09.2023
Setrið Námsvísindadeildin

Fyrilestur: Samskiftið hjá smíðlærarum í undirvísingini

Mikukvøldið 13. september frá klokkan 19:00 til 20:30 verður spennandi fyrilestur í evningarhølunum á Frælsinum 20 í Havn við Joakim Andersson, ph.d. í smíðundirvísing á universitetinum í Göteborg

Joakim Andersson arbeiðir á deildini fyri didaktikki í myndlist og “sløjd”, sum í Svøríki fevnir um bæði smíð og handarbeiði.

Sjálvur hevur hann filmað og eygleitt smíðundirvísing í grundskúlanum og á læraraútbúgvingini, og síðani hevur hann greinað observatiónirnar. Hann er komin fram til, at samskiftishættirnir hava avleiðingar fyri læringina hjá næmingum og lesandi, og tað er m.a. hetta, sum hann fer at hava fyrilestur um.

Fyrilesturin kallar hann “Samskiftið hjá smíðlæraranum í undirvísingini”, og hann viðger, hvussu ítøkiligt samskifti gevur betri fortreytir fyri læring.

Fyrilesturin hevur serligan áhuga fyri tey, sum undirvísa í handaverki og list í fólkaskúlunum.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Bryggjan 8.jpg

    Etikkur og vitlíki: Almenn ráðstevna í Kongshøll

  2. jbrcksgøta.jpg

    Summarskeið: Mørk fyri mannarættindum og liberalum fólkaræði

  3. Skærmbillede 20 5 2025 161433 New.Uarctic.Org

    Komið við uppskotum um framløgu til UArctic Congress 2026