Skeiðsluttakarar.jpeg
19.09.2023
Setrið
Skriva út

Góð undirtøka fyri ph.d-skeiði í granskingaretikki

Hósdagin 14. september varð eitt phd-skeið í granskingaretikki hildið á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya

Tað vóru navnframu professararnir í etikki, Jesper Ryberg og Thomas Søbirk Petersen, sum vegna Granskingar– og framtakseindina vóru bodnir at koma til Føroya at halda skeiðið.

Tað er fyrstu ferð, at eitt tílíkt skeið hevur verið hildið í Føroyum, og luttøkan var sera góð. 22 luttóku, harav tey allar flestu eru phd-lesandi. Onnur, sum hava ætlanir um at fara í holt við eina phd í næstum, tóku eisini lut.

Undirvíst varð í øllum yvirskipaðum atlitum, lógum og reglugerðum í granskingaretikki, umframt søguligu gongdina á granskingaretiska økinum.

Ætlanin er, at hetta verður eitt afturvendandi phd-skeið, og at øll phd-lesandi í Føroyum skulu taka skeiðið. Hetta er vanligt krav aðrastaðni. Eisini verður eitt annað phd-skeið eftir ætlan hildið á vári 2024. Tað fer at snúgva seg um granskingaretikk, tá tað ræður um serstøk føroysk viðurskifti.