
Granskingarráðið stuðlar teldutýðing
Granskingarráðið hevur játtað stuðul til eina nýggja verkætlan, ið hevur til endamáls at menna teldutýðing millum føroyskt og enskt
Tað er Barbara Scalvini, adjunktur í teldufrøði á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya, sum stendur á odda fyri verkætlanini. Aftrat sær hevur hon Iben Nyholm Debess, sum er ph.d.-vísindastarvsfólk á Føroyamálsdeildini. Saman arbeiða tær á Máltøknideplinum á Setrinum.
Ein spennandi táttur í verkætlanini er, at henni tørvar luttøku frá einari fjøld av føroyskum málbrúkarum.
Tú og eg kunnu brúka teldutýðaran at týða tekstir millum føroyskt og enskt. Síðani ber til at koma við eini meting av týðingini og at gera møguligar broytingar í týðingartekstinum. Hesar afturmeldingar verða síðani brúktar til at gera komandi týðingar betri við framhaldandi menning av teldutýðingarmyndlinum.
Soleiðis kanst tú hava beinleiðis ávirkan á, hvørji orð og orðingar verða brúkt í teldutýðingum í framtíðini, og hetta gevur vanliga føroyska málbrúkaranum møguleika at sleppa til orðanna. Hendan tilgongdin byggir á eitt málsliga demokratiskt sjónarmið og tekur støði í veruligu nýtslustøðuni.
At fáa hjálp frá øllum málbrúkarum er eisini sera umráðandi, nú stórmálmyndlar fáa størri og størri vald, og nýtslan av teimum sæst í bæði gerandishøpi og arbeiðshøpi, eisini her í Føroyum.
Skulu serføroysk orð, evni og hugtøk fáa innivist á talgildum pallum í framtíðini, so er neyðugt, at vit kunnu fóðra t.d. teldutýðingarmyndlar við hesum orðunum, evnunum og hugtøkunum. Íkast frá føroyskum málbrúkarum kann tí veruliga gera mun.
Fyri at fáa ein týðingarpall upp at standa verður fyrst arbeitt við at gera ein so góðan teldutýðingarmyndil, sum til ber. Hetta verður m.a. gjørt við:
- At víðka um tvímálslig dátusett við at gagnnýta førleikarnar hjá stórmálmyndlum
- At neyvstilla ein fleirmálamyndil at týða millum føroyskt og enskt
Síðani verður týðingarpallurin settur upp, sum í fyrstu atløgu hjálpir tær at týða tekstir, og sum í aðru syftu hjálpir granskarum at gera teldutýðingar enn betri.
Hendan verkætlanin ber í sær eitt máltøkniligt undirstøðukervi, sum ikki bara gagnar føroyskum máli, men sum eisini kann vera til gagns fyri onnur mál við lítlum málsligum tilfeingi.
Ein týðandi partur av verkætlanini er, at alt verður opið. Týðingarmyndlar, tvímálslig dátusett av høgari góðsku og metingarkarmar verða atkomulig fyri øll – granskarar, mennarar, fyritøkur og almenning – so menningin kann halda fram, eftir at verkætlanin er komin á mál.
Við hesum verður gáttin lægri hjá smærri fyritøkum ella einstaklingum at menna myndlar til føroyskt, umframt at tøknirisar hava betri møguleikar at leggja føroysk máltøknilig amboð inn á sínar tænastur.
Vit hava seinnu árini sæð fleiri størri, útlendskar tøknipallar, sum týða til føroyskt og úr føroyskum, so sum Google Translate, ChatGPT og Claude. Hetta er at gleðast um, og mong brúka hesar tænastur. Men umráðandi er, at vit, sum tosa føroyskt, eisini eru partur av menningini.
At hava opnar myndlar, sum verða mentir av okkum sjálvum her í Føroyum, gevur okkum møguleika at varðveita ræðið á máltøkniligum amboðum til føroyskt og at menna staðbundna serfrøði á hesum fakøki, sum er í rúkandi menning.
Verkætlanin verður fíggjað av Granskingarráðnum og Fróðskaparsetri Føroya.
Farið verður undir verkætlanina beinanvegin, og eftir ætlan verður týðingarpallurin atkomuligur hjá almenninginum í juli 2025. Verkætlanin verður liðug á vári í 2026.
Les meira um Máltøknidepilin á Fróðskaparsetri Føroya her.
- 19.03.2025 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiUndirvísarar á Setrinum vinna milliónaheiðurMasterútbúgvingin í heilsuvísindum hevur vunnið hálvaaðru...
- 19.03.2025 Setrið Náttúruvísindadeildin Søgu- og samfelagsdeildinHava útvegað fýra milliónir til granskingAnni Djurhuus og Ragnheiður Bogadóttir, granskarar á Fróð...
- 17.03.2025 Setrið FøroyamálsdeildinBókaútgáva: Føroysk fonetikk og fonologiForlagið de Gruyter Mouton (Berlin/Boston) gevur í hesum...