Anni Djurhuus Granskari NVD Ragnheiður Bogadóttir SSD
Anni Djurhuus er granskari á Náttúruvísindadeildini, og Ragnheiður Bogadóttir er granskari á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya
19.03.2025
Setrið Náttúruvísindadeildin Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Hava útvegað fýra milliónir til gransking

Anni Djurhuus og Ragnheiður Bogadóttir, granskarar á Fróðskaparsetri Føroya, hava saman við øðrum føroyskum og útlendskum granskarum fingið tilsamans fýra milliónir frá Nordforsk til tvær granskingarverkætlanir

Sum tú sáar, skalt tú heysta, og hesaferð er úrslitið av almennu føroysku íløguni í granskingarstuðul fýrafold.

Føroyar løgdu umvegis Granskingarráðið 900.000 krónur í ein pott av norðurlendskum granskingarstuðli hjá Nordforsk og hava nú fingið góðar fýra milliónir krónur úr sama potti at granska fyri. Tað má sigast at vera gott "avkast".

Granskingarráðið ber í dag tíðindi um, at føroyskir granskarar saman við øðrum hava fingið dygga Nordforsk-játtan til tvær stórar granskingarverkætlanir, sum yvirskipað hava burðardygga menning í Arktis fyri eyga. 

Anni Djurhuus, sum er granskari á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya, hevur saman við granskarum frá Havstovuni og frá granskingarstovnum í Kanada, Danmark, Grønlandi, Íslandi og Noregi útvegað stuðul verkætlan, sum eitur Marine phycotoxins in the Arctic: an emerging climate change risk (PHATE).

Ragnheiður Bogadóttir, sum er granskari á Søgu- og samfelagsdeildini á Setrinum, hevur saman við starvsfeløgum úr Kanada, Danmark, Finnlandi, Grønlandi, Íslandi, Noregi, Svøríki og USA fingið játtan til granskingarverkætlan við heitinum Addressing Unavoidable Non-Economic Losses to Climate-Induced Events for Communities in the Arctic (LostToClimate)

Lesið meira hesar játtanirnar frá Nordforsk her.

 

 

"Avkastið" av føroyska íkastinum til norðurlendskan granskingarstuðul er hesaferð fýrafold. Íløgan hjá Granskingarráðnum var 900.000 krónur, og nú hava tvær verkætlanir við m.a. ávikavist Anni Djurhuus og Ragnheiður Bogadóttir fingið góðar fýra milliónir frá Nordforsk