Kongsbókin nú tøk hjá øllum
Fróðskapur gevur út skreytútgávu við Kongsbókini, sum er einasta miðaldarhandrit í føroyskari varðveitslu.
Tað eru liðin 725 ár síðan Hákun hertugi Magnusson læt rættarbótina, sum seinni hevur verið nevnd Seyðabrævið, seta í gildi í Føroyum. Frumritið til Seyðabrævið er varðveitt í Kongsbókini, sum er tað elsta skrivliga tilfarið, sum er varðveitt í Føroyum.
Kongsbókin er ein lógbók, sum er samansett av tveimum skinnhandritum, har tað minna handritið inniheldur Seyðabrævið og tað størra ta norsku Landslógina, sum varð lógtikin á Gulatingi í 1274.
Kongsbókin hoyrdi til løgmansembætið í Føroyum, og í henni fáa vit upplýsingar um rættarskipan og tingskipan føroyinga í há- og seinmiðøld. Lóggávan í bókini hevur evnað føroyska mentan heilt fram til okkara dagar. Kongsbókin er tí føroyskur mentanararvur og ein hin dýrmætasti fornluturin, sum vit eiga.
Í Kongsbókini finnast reglur og hugsjónir, sum løgdu lunnar undir tað føroyska samfelagið og hava ávirkað føroyska mentan síðan hámiðøld.
Í bókini standa lógirnar, sum innførdu kongliga stýrisskipan í Føroyum. Stundum hava løgmenn og skrivarar í seinmiðøld niðurskrivað sumt av tí, sum fór fram á løgtingi, m.a. tær fyrstu lógarsamtyktirnar hjá løgtinginum í 14. øld.
Kristinrætturin úr lógbókini, sum Føroya biskupur hevði um hendur, er eisini tikin við í útgávuna. Biskupur umsat kristinrættin, sum skipaði, hvussu kristindómur skuldi haldast í tí dagliga.
Andras Mortensen, lektari í søgu á Fróðskaparsetrinum, hevur skrivað søguligan inngang, umsett úr handskrift og týtt.
Bókin hevur heilsíðumyndir av øllum síðunum í Kongsbókini við teksti úr upprunahandritinum og í nútíðar týðing. Bókin er í stórum broti, 416 síður og í bókarkasettu. Bókin er til tey, sum hava áhuga fyri føroyskari søgu, lóg og mentan eins og máli og listarligari handskrift.
Bókin kostar 580 kr. og fæst í bókahandlunum.
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...
- 13.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinSmá men kná - ein greining av treysti í mikrosamfelagnumFøroyar kláraðu seg lutfalsliga væl gjøgnum koronakreppun...