KU gjørt podd um met-siteraða grein hjá Magna Mohr
Københavns Universitet ger eina poddvarpsrøð um tær mest siteraðu vísindaligu greinarnar, sum eru framleiddar har, og nú er ein poddur gjørdur um eina hjá Magna Mohr, professara á Setrinum, sum eigur heimsins mest siteraðu grein á sínum øki
Magni Mohr, sum í dag er professari í heilsuvísindum á Fróðskaparsetri Føroya, hevur seinastu 20-25 árini verið roknaður sum ein av fremstu granskarum í kropsliga partinum av liðítrótti. Og nú eigur hann eitt heimsmet.
Vísindaligu greinina, “Match performance of high-standard soccer players with special reference to development of fatigue”, skrivaði Magni Mohr saman við Peter Krustrup og Jens Bangsbo í 2003, og hon varð almannakunngjørd í vísindaliga tíðarritinum, Journal of Sport Science. Greinin er í dag - 20 ár seinni - heimsins mest siteraða vísindaliga grein um fótbóltsgransking, og tá havt verður í huga, at fleiri enn 20.000 aðrar greinar eru skrivaðar á sama granskingarøki, so er hetta metið av sonnum nakað serligt.
Sambært Google Scholar hevur greinin nú umleið 3200 citatiónir, sum ivaleyst eisini ger hana til mest endurgivnu grein, sum ein føroyskur granskari hevur skrivað.
Greinin, sum snýr seg um kropsliga møði í úrvalsfótbóltsdystum, var tann fyrsta, sum lýsti ymisk sløg av møði í liðítróttum. Og søgan um greinina og metið hjá Magna Mohr er eisini ein søga um at vera rætta staðið til røttu tíð.
- Hetta var ein pioner-grein tá, sigur Magni Mohr.
- Og av tí, at vit vóru teir fyrstu, sum lýstu kropsliga partin av fótbóltsspælinum so neyvt eftir tátíðar standardi, og at vit komu við fleiri heilt nýggjum hugtøkum, so fekk greinin sera stóran ans bæði í vísindaliga umhvørvinum og í úrvalsítróttarheiminum, sigur professarin.
Granskingin varð gjørd, meðan Magni Mohr arbeiddi á Københavns Universitet og um sama mundið varð knýttur at italska stórfelagnum, Juventus.
- Hetta var ein ómetaliga spennandi tíð, har vit høvdu annan fótin í rannsóknarstovuni og hin í toppfótbólti, og júst henda vísindaliga greinin gjørdist orsøk til eina rúgvu av uppfylgjandi kanningum og kanningum, sum vit enn gera, sigur hann.
Í løtuni ger Københavns Universitet eina poddrøð um útvald sonevnd "high-performance papers". Talan er um vísindaligar greinar, sum hava fingið fleiri enn 1000 citatiónir.
Magni Mohr eigur heilar seks slíkar greinar og hevur tilsamans ognað sær umleið 25.000 citatiónir í altjóða vísindaligu bókmentunum higartil.
Umrødda met-greinin verður í poddinum viðgjørd av Magna Mohr í samrøðu við Lars Nybo, professara á Københavns Universitet.
Leinkið til poddin er her.
Úrtak av greinini kann lesast her.
Um onkur hevur hug at hoyra meira um spennandi starvsleiðina hjá Magna Mohr, so ber til at hoyra hann greiða frá í Kringvarpinum her.
Og í morgin, fríggjadagin 22. september klokkan 08:40, fer Magni Mohr at hava almenna framløgu á Vísindavøkuni í Kongshøll á Vestaru Bryggju í Havn. Framløgan verður um aldursgransking hansara, sum er vorðin partur av eini BBC-sendirøð, kallað "Superagers".
Magni Mohr og Michael Mosley frá BBC á Eysturvølli undir upptøkunum til sendirøðina Superagers
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...
- 13.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinSmá men kná - ein greining av treysti í mikrosamfelagnumFøroyar kláraðu seg lutfalsliga væl gjøgnum koronakreppun...