- Lóg og rættur mugu undir sjóneyku
- Eitt og hvørt samfelag má seta lóg og rætt undir vísindaliga ella akademiska sjóneyku, sigur Bárður Larsen, nú løgfrøðiútbúgvingin á Setrinum er viðurkend á jøvnum føti við ta donsku
Bárður Larsen, útbúgvingarleiðari fyri løgfrøði og Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum, fegnast um, at danska løgmálaraðið nú hevur staðfest, at 5-ára útbúgvingin (sokallað embætisútbúgvingin) á Setrinum nú verður javnsett, so at føroyska útbúgvin verður mett ájavnt við útbúgving frá donskum universitetum við atliti til lógarbundin størv sum dómari, advokatur og ákæri.
- Eitt og hvørt samfelag má seta lóg og rætt undir vísindaliga ella akademiska sjóneyku, annars kann samfelagið ikki gera sær vónir um at skipa seg væl og skynsamt út frá egnum fortreytum. So stutt kann visjónin aftan fyri løgfrøðiútbúgvingina á Setrinum orðast, sigur Bárður Larsen, útbúgvingarleiðari.
At ein so harumframt fær tað avkast, at lesandi, ið ikki hava hug ella umstøður at fara uttanlands, nú kunnu taka fullu útbúgvingina í egnum landi, er heldur ikki verri, leggur hann aftrat.
Hetta hevur verið ein drúgv tilgongd, sum upprunaliga gongur heilt aftur til aldarskiftið.
Tað var Kári á Rógvi, professari, sáli, sum við sínum serliga talenti, ágrýtni og miðvísa arbeiði gjørdi forarbeiðið og vakti fólk kring seg til at skilja tann týdning, sum egin løgfrøðiútbúgving hevur fyri tað føroyska samfelagið.
Starsvsfólkini á løgfrøðiútbúgvingini eru takksom fyri ta vælvild, sum tey hava fingið frá leiðsluni á Setrinum, Góðskueindini og ikki minst Uttanríkis- og Mentamálaráðnum, sigur útbúgvingarleiðarin.
Í løtuni taka bachelorlesandi seinastu lestrarhálvu, áðrenn tey kunnu søkja um at fara undir yvirbygnaðin komandi heyst, ið leiðir til 5-ára sokallaðu embætisútbúgvingina.
Eisini tey við aðrari grundútbúgving enn løgfrøði, ið ikki miðja móti embætisútbúgving, kunnu søkja um upptøku á master í summar.
Lesið meira um upptøku til master her.
Lesið meira um upptøku til bachelor her.
- 17.12.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinFøroyska COVID19-stýringin í stórari altjóða útgávuTað vóru serliga kanningarnar og tilmælini, sum vóru sers...
- 16.12.2024 Setrið NámsvísindadeildinTá málið skuggar fyri rættinum til útbúgvingTilflytarabørn hava menniskjarætt til útbúgving, og spurn...
- 16.12.2024 Setrið NámsvísindadeildinLívið sum læraralesandi í FøroyumLæraralesandi á Setrinum, sum Kringvarp Føroya hevur tosa...