University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Berjalyngur (2).jpg

Berjalyngur. Her hjá okkum eru tvey undirsløg av berjalyngi. Vanligast er tvíkynjaða undirslagið (subsp. hermaphroditum) meðan tvíbýlis undirslagið (subsp. nigrum) er heldur sjáldsamari (Foto: tjodsavnið.fo)

Malan Marnersdóttir, professari
30.11.2021
Setrið Føroyamálsdeildin

Minningarorð um botaniska urtagarðin

Minningarorð - BOTANISKI GARÐURIN Á DEBESARTRØÐ

Tað er við sorg í sinni, eg havi ansað eftir, at urtagarðurin við føroyskum plantum á Debesartrøð er um at verða avtikin.

Urtagarðurin var ein týðandi partur av Náttúrugripasavninum heilt frá byrjanini í 1955. Ein av stovningargávunum, savnið fekk, var Herbarium Faeroensis, plantusavnið hjá Rasmusi Rasmussen. Garðurin varð brúktur í undirvísingini og tey fyrstu árini røktu næmingar hann.

Í 1985 fóru Mads og Kristianna Jensen, sum sjálv høvdu urtagarð við føroyskum plantum í Kvívík, at røkja garðin og víðkaðu hann.

Í 1996 yvirtók Annleyg Paturson røktina. Hon hevur lagt nógv plantusløg afturat urtagarðinum og nú, hann er sloyfaður, vóru 144 ymiskar føroyskar plantur skipaðar við navni í urtagarðinum á Debesartrøð.

Nú 56 ár eftir stovnanina eru planturnar tiknar upp, økið slættað og flag lagt útyvir. Samstundis havi eg frætt, at tað er tí, at tað vanta tær 15.000 kr, sum tað árliga kostar at røkja planturnar.

Vit eru mong, sum hava okkara dagligu gongd fram við hesum beðunum og alt árið hava fegnast um planturnar og merkini við nøvnunum ella numrum, sum hava víst til eitt uppslag á húsavegginum við nøvnunum.

Um várið hava vit fylgt við, hvussu planturnar spíra og menna seg hvør í sínum lagi, hvussu bløð, knubbar og blómur breiða seg út. Hetta hevur verið sjónligt lívfrøðiligt margfeldi á gerandisstigi.

Eg haldi, at tað er ómetaliga stórt spell, at hesin urtagarðurin er avtikin. Eg haldi eisini, at tað er deiligt, at føroyskar plantur eru at síggja á tveimum góðum og væl skipaðum stykkjum við Tjóðsavnið í Hoyvík. Men til Hoyvíkar koma vit mongu, sum hava okkara gongd tvørtur um Debesartrøð, ikki so ofta. Spell, at tað ikki ber til at finna eina loysn til at løna einum fyri at røkja henda urtagarð á Debesartrøð.

Lesið meira um urtagarðin á Debesartrøð her.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Helpless Child Child Protection

    Harðskapur í barnaárum álvarslig árin á útbúgving og lívsmøguleikar

  2. Sólvá Jacobsen 2

    Sólvá Jacobsen verjir sína ph.d.-ritgerð

  3. Námsvísindaligur Granskingardagur 2025

    Gott kjak á námsvísindaliga granskingardegnum