Orðið jól
Einki endaligt svar kann gevast viðvíkjandi spurninginum um upprunan at orðinum jól, men í hvussu er ella ikki, orðið er avgamalt í málunum í Norður-Evropa.
Orðið jól finna vit aftur heilt til heidna tíð. Vit vita, at finskt, ið aloftast hevur hildið fast við tøkuorð í óbroyttum líki, longu í frumnorrønari tíð fekk orðið jól tvær ferðir sum tøkuorð. Fyrru ferð, o.u. ár 200, var tað í orðforminum juhla, sum í dag merkir veitsluhald ella høgtíð á finskum. Seinnu ferð, o.u. ár 600, tók finskt orðið í sniðinum joula, sum í nútíðarfinskum hevur somu merking sum okkara jól. Tí kann orðið jól upprunaliga hava merkt eitt ella annað veitsluhald ella høgtíð. Sum frá leið var henda merkingin avmarkað til bert at fevna um eitt heiðið hávetrarveitsluhald, sum fór fram o.u. 12. januar. Tað er eisini í hesi merking, vit fyrstu ferð hava orðið skrivliga staðfest o.u. ár 900 í tiltakinum drekka jól. At drekka jól varð fyrr sagt um tað at ‘halda jól’ – “Guð man ráða, hvar vær drekkum onnur jól” kvøða vit.
Seinni kunnu vit, t.d. í teimum íslendsku søgunum, finna orðið jól nýtt bæði um tað heidna hávetrarveitsluhaldið og um ta kristnu hátíðina. Snorri Sturluson (1178-1241) greiðir í Heimskringlu frá, at norski kongurin Hákun hin Góði (o.u. 920-960) flutti hetta veitsluhald til tað mundið, tá ið tey kristnu hildu jólahátíð. Hetta skuldi vera farið fram miðskeiðis í 10. øld. Tann katólska kirkjan royndi at fáa orðið kristsmessa í staðin fyri orðið jól, men til fánýtis, uttan í Onglandi, har orðið Christmas, t.e. kristsmessa, messa til minnis um føðing Krists, fyrst í 13. øld vann á orðinum yule, úr fornenskum géol. Tó at mong kristindómsorð vórðu tikin upp í norrønt úr fornenskum máli, t.d. hvítusunna og krossur, fekk orðið kristsmessa ikki fótin fyri seg.
Nógv eru tey, sum eru komin við uppskotum um, hvat tann upprunaliga merkingin av orðinum jól er, altso tann merkingin, sum liggur aftan fyri merkingina veitsluhald ella høgtíð.
Tað liggur nær at hugsa sær, at orðini hjól og jól hava nakað við hvørt annað at gera, millum annað tí forfedrar okkara plagdu at stikla við hjólum, ið eldur var í. Tað skuldi vera ein sólarímynd av einhvørjum slagi. Men í øldir hevur henda frágreiðing verið kveistrað burtur av teimum lærdu. Ikki fyrr enn á okkara døgum er skotið upp, at orðið jól kann vera komið av einum indoevropiskum orði, sum skuldi merkja snúningur ella snaring og er tí at skilja sum ársringurin, ið nú er um at venda aftur.
Annað uppskot er, at tað kann vera skylt fornhátýskum jehan, ið merkir at ‘siga, játta’, latínskum iocus, ið merkir ‘skemt’ og fornindiskum yácati, ið merkir at ‘biðja inniliga, krevja’ ella tílíkt. Tí kann orðið upprunaliga hava verið navn á bøna- og gandahátíð.
Einki endaligt svar kann gevast viðvíkjandi spurninginum um upprunan at orðinum jól, men í hvussu er ella ikki, orðið er avgamalt í málunum í Norður-Evropa.
Um tað pláss, sum jólini hava í huga okkara, kunnu vit lesa nakað burtur úr teirri ørgrynni av orðum, sum hava jól sum fyrra lið. Í orðasavninum á Føroyamálsdeildini eru tey tætt upp ímóti 200 í tali, men fleiri teirra eru lítið merkisverd og tilvildarliga samansett orð, ið valla hava innivist í eini orðabók – í Føroysku orðabók eru tey 110 í tali. Við øllum hesum jólaorðunum í huga, sum til eru, kann tað undra okkum, at tey eru so fá í orðasøvnunum hjá teimum báðum Jens Chr. Svabo og Nicolai Mohr, sum eru stívliga 200 ára gomul. Tey eru ikki fleiri enn seks. Sjálvandi hava tey verið nógv fleiri, men teir hava ikki savnað orð á skipaðan hátt og hava tí minni enn so fingið alt við. Hesi orðini eru, umframt orðið jól, jóladagur, jólaaftan, jólaseyður, jólaskekil, jólastingur og jólavist. Flest hesi orð eru kend enn.
Vit hava nøkur tiltøk, har sum jólini verða nevnd: hava jól og góðar dagar er at hava tað gott, liva eitt harramanslív; bera jólini á baki(num) er at fara avstað uttan at hava fingið vátt ella turt, har ið ein hevur vitjað um jólahalguna, tað sama sum at bera jólini út; ganga sum á jólum er at ganga væl, sum eftir ánni; sum lundi á jólanátt verður sagt um eitthvørt, ið sera sjáldsamt er; trøllabørnini gráta eftir hvonnum á jólum verður sagt um børn, ið biðja um tað ómøguliga, ella um einhvønn, ið vil hava tað, ið ikki er tøkt; tað er ikki altíð, at jólafríggjari verður páskafríggjari ella jólafríggjari verður páskaskýggjari tað er ikki altíð, at fríggjarafólk halda longur saman enn frá jólum til páska. At enda eitt orðtak úr savni Hammershaimbs: svørt jól gera hvítar páskir ella jólasummar verður páskavetur. Er tátt og kavaleyst um jólini, kemur tað aftur um aftur um páskirnar. Eitt av teimum mongu tiltøkum, ið hava í sær veðurspádóm. Ikki man tílíkt vera høgt í metum hjá nútíðar veðurfrøðingum, men tað er so ein táttur úr gamlari gerandismentan, sum verdur er at geva gætur sum so mongum øðrum.
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...