![Stór Mynd Klipt Rannvá Og Vár Framman Fyri Mynd Av Thorvaldi](https://setur.cdn.fo/savn/ijdpu3jm/stor-mynd-klipt-rannva-og-var-framman-fyri-mynd-av-thorvaldi.jpg?width=624&height=350&rmode=crop&s=5isJIYso961HmXJNn9KjwOIjT6w)
Samtíðardansur: Rannvá og Vár fingið gávugóðs
Seinnapartin var hátíðarhald á Fróðskaparsetri Føroya, tá ungu samtíðardansararnir, Rannvá Guðrunardóttir Niclasen og Vár Bech Árting, fingu gávugóðs úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum
Í dag, 8. februar, er føðingardagur Thorvald Poulsens av Steinum, og á hesum degi á hvørjum ári verður peningagáva úr grunni hansara latin ungum listafólki fyri stuðla teirra listaligu menning og útbúgving.
Í ár varð gávugóðsið latið samtíðardansarunum, Vár Bech Árting og Rannvá Guðrunardóttir Niclasen, sum longu hava víst framúrskarandi listalig evni og framtakshug.
Blaðungar fóru tær at dansa og vísa áhuga fyri samtíðardansi sum listagrein. Síðani 2021 hevur RIVA, dansibólkurin við teimum báðum á odda, staðið fyri seks verkætlanum.
Í 2024 tóku tær tikið stig til “bydans”, ið er fyrsti føroyski samtíðardansifestivalurin, við verkum úr fleiri Norðurlondum.
Vár og Rannvá hava víst áhuga fyri útbúgving í dansi og tikið útbúgving á BA-stigi og diplomstigi, ávikavist í 2019 og 2021.
Við gávugóðsinum vil Grunnur Thorvalds Poulsen av Steinum eggja teimum til at halda fram við at útbúgva seg og menna samtíðardans sum listagrein í Føroyum.
Báðar vóru hugtiknar av søguni um gávumilda mentamannin, gartnaran Thorvald Poulsen av Steinum, hvørs gávugóðs á hvørjum ári gevur ungum listafólki fíggjarligan stuðul til at halda fram við útbúgving og menning av listini. Rannvá og Vár lyfta her glasið fyri Thorvaldi, sum í dag hevði havt føðingardag. Hann var føddur 8. februar 1912
Bergur Djurhuus Hansen, dekanur á Føroyamálsdeildini, beyð vælkomin og greiddi frá um sympatiska og gávumilda gartnaran, hvørs grunnur framvegis á hvørjum ári eggjar ungum við listaligum gávum at útbúgva seg
Í nevndini fyri Grunn Thorvalds Poulsen av Steinum eru Bergur Djurhuus Hansen, dekanur á Føroyamálsdeildini, sum umboðar rektaran á Setrinum, Jacob Eli S. Olsen, formaður í Føroya Lærarafelagi, og Marita S. Dalsgaard, forkvinna í Listafólkasambandi Føroya. Í røðu síni fyri Vár og Rannvá hugleiddi hon um heitið á teirra dansibólki, Riva. - Tykkara riva loyvir ljósinum fram at samtíðardansinum í Føroyum, segði hon m.a. Eisini bar hon fram eina heilsan frá Gunn Hernes, stjóra í Norðurlandahúsinum, sum hevur verið spírandi samtíðardansinum í Føroyum ein stórur stuðul. - Einaferð var tað....soleiðis byrja øll ævintýr, og tit í Riva skriva nú framhaldið av ævintýrinum, takk fyri, endurgav Marita Gunn
Og so gav Marita Dalsgaard ungu listakvinnunum innrammað heiðursbræv og blómur. - Tað skal ikki hanga eitt burturgoymt stað, lovaðu báðar tvær :-)
Hátíðarhaldið var á Loftsstovuni á Føroyamálsdeildini á Setrinum. Familja og vinfólk vóru komin at taka lut í løtuni, sum altíð er góð og nemandi. Fyri nøkrum árum síðani hildu tær ikki, at tað fór at bera til at búgva í Føroyum sum samtíðardansifólk. Men nú eru glottar at hóma, hóast dansilistin enn er heimleys og ikki hevur sterkan grundvøll í Føroyum. Vár býr nú í Havn, og Rannvá flytur heim skjótt. Tær og Búi Rouch, sum er tann triðji í dansibólkinum, Riva, hava stór mál og hava longu skipað fyri samstarvi við fólkaskúlanæmingar, eins og tey gera nógv burtur úr at samstarva við útlendsk dansifólk. - Vit sáa fræ og vilja hava samtíðardansin at blóma og mennast í Føroyum, siga tær
Torleik Mortensen, bassistur, og Kristina Thede Johansen, saxofonistur, tóku fólk á bóli við einum fantastiska sermerktum og krevjandi tónaverki. - Ongantíð áður havi eg hoyrt nakran syngja gjøgnum saxofon, segði ein lurtari, sum var sjónliga bergtikin av Kristinusa handfaring av sínum instrumenti. - Ja, har síggja tit, hvat long útbúgving kastar av sær!, segði Marita Dalsgaard, bergtikin, tá hon bukkaði fyri teimum báðum.
Vit á Setrinum ynskja Vár Bech Árting og Rannvá Guðrunardóttir Niclasen hjartaliga til lukku við gávugóðsinum og ynskja teimum og føroyskum samtíðardansi góðan byr!
Lesið meira um Grunn Thorvalds Poulsen av Steinum og hvørji onnur hava fingið gávugóðs her.
Og lesið meira um samtíðardansibólkin Riva her.
Og fylgið teimum á Instagram her.
- 04.02.2025 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinMannarættindi: Frá teksti til læruGreining av ítøkiligum rættarmálum er merkt av lítlari áh...
- 30.01.2025 Setrið FøroyamálsdeildinAlment tiltak: Gávugóðs til ungt listafólkNú verður aftur árliga handanin av gávugóðsi úr Grunni Th...
- 27.01.2025Felagsskapurin EUNICoast farin til verkaRektararnir í nýggja europeiska universitetsfelagsskapinu...