Mynd úr erva zoom in.PNG (1)
Nýggja kampus á Frælsinum er fortreyt fyri onkur av týðandi tilmælunum hjá Ráðnum fyri gransking, menning og nýskapan
30.08.2023
Setrið
Skriva út

Setrið fegnast um tilmælini til landsstýrið

Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan mælir m.a. til at skipa granskingardepil í nýggja kampus á Frælsinum í Havn, og rektarin á Setrinum fegnast um tilmælini

- Tað er bæði gleðiligt og rætt, at Setrið hevur so stóran leiklut í sambandi við tey átta tilmælini, sum Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan er komið við. Teirra millum tilmælið um granskingardepil í nýggja kampus á Frælsinum.

Tað sigur Martin Tvede Zachariasen, rektari á Fróðskaparsetrinum, í samrøðu við Sissal Grækarisdóttir Magnussen í Kringvarpi Føroya, nú Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan er komið við fyrstu ársfrágreiðing síni og átta tilmælum, har Setrið fyllir nógv.

Hetta tilmælið um granskingardepil í nýggja felagsbygninginum á Frælsinum er orðað soleiðis:

"Mælt verður eisini til, at ein depil fyri gransking, menning og nýskapan verður mentur á Fróðskaparsetrinum, ið skal styrkja tvørfakliga samstarvið, bæði stovnanna millum og millum alment og privat. Ein tílíkur depil eigur at verða partur av nýggja kampusinum, ið skal skipast á Frælsinum. Hann skal verða savningarstað fyri granskarar, nýskaparar, íverksetar, íleggjarar og lesandi og kann eisini gerast karmur um eina víðkaða útgávu av iNOVA við granskingarundirstøðukervi, ið er til taks fyri allar áhugapartar".

Hoyrið samrøðuna hjá útvarpinum við Martin Tvede Zachariasen, rektara, her.

Lesið tilmælini og ársfrágreiðingina hjá Ráðnum fyri gransking, menning og nýskapan her.

Lesið eisini um tey átta tilmælini her.