University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Gróthúsið Setursskrivstovan 30052024 Brynhild Thomsen

Í gróthúsinum oman fyri Landsbókasavnið er Setursskrivstovan hjá Fróðskaparsetrinum, har starvsstaður verður hjá KT-leiðaranum

11.06.2024
Setrið Setursskrivstovan

Vilt tú vera KT-leiðari á Setrinum?

Starvið sum KT-leiðari á Føroya størsta vitanarstovni er leyst at søkja. Umsóknarfreistin er 20. juni

Vilt tú ganga á odda fyri talgildu menningini av Føroya størsta vitanarstovni við meira enn 180 undirvísarum, granskarum og fyrisitingarfólki og umleið 1000 lesandi?

Starvið sum KT-leiðari er eitt fjølbroytt og avbjóðandi leiðarastarv á okkara føroyska universiteti, sum er í stórari menning.

Tín leiklutur verður avgerandi fyri Setrið, har nýtslan av talgildum loysnum gerst alsamt meira umráðandi í undirvísing, gransking og okkara arbeiði annars.

Umhvørvið á Setrinum er merkt av framtakssinni, og vit leggja dent á at hjúkla um hesa mentanina, har áhaldandi læring og professionellur vøkstur er í miðdepli. 

Les starvslýsingina her.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Náttúrumynd V Hvalba Brynhild Thomsen

    Almennur fyrilestur: Burðardygd í ferðavinnuni

  2. Elsa Berg Og Uarctic Congress 2026

    - Havnin er klár til UArctic-kongressina í 2026

  3. Uarctic.jpg

    UArctic: Shared Voices 2025 er útkomið