Námsvísindaligur granskingardagur - Gransking í skúlaskapi og námsfrøði
- Tíðspunkt
- Longd
- 24. apríl, kl. 13.00 - 16.00
- Stað
- Aulan á Frælsinum 20

Námsvísindaligur granskingardagur - Gransking í skúlaskapi og námsfrøði
Hósdagin 24.apríl verður eitt alment tiltak í auluni á Frælsinum, Námsvísindadeildin, Fróðskaparsetur Føroya.
Á skránni verða fyrilestrar um nútíðar føroyska gransking innan námsfrøði og skúlaskap og eitt pallborðskjak, ið fer at taka støði í spurninginum: Hvussu fáa vit fleiri fólk við námsfrøðiligari útbúgving?
Skrá:
13.00 - 13.05
- Vælkomin á Námsvísindaligan granskingardag, Ingi Heinesen Højsted
13.05 - 14.00
- Minority voices and contact spaces in school education, Kalpana Vijayavarathan-R
- Hvussu gerast vit vatnvon?, Helgi Winther Olsen
- Barnsins stovns lív 5 til 8 ár og stovnskiftini tey fara ígjøgnum í Føroyum, Sonja Olsen
14.00-14.10 Steðgur
14.10-14.45
- At navigera í spenningum millum eina kompensatoriska og eina inkluderandi fatan av samanhanginum millum almenna námsfrøði og námsfrøði: Støðan í Føroyum, Frida Poulsen
- Hví skulu vit eftirútbúgva lærarar? – Og hvussu verður eftirútbúgvingartilboðið skipað á Námsvísindadeildini komandi árini?, Hans Harryson
14.45-15.00 Kaffi og afturvið
15.00-16.00
- Pallborðskjak – Hvussu fáa vit fleiri fólk við námsfrøðiligari útbúgving?
- Djóni Nolsøe Joensen, landstýrismaður í Barna-og útbúgvingarmálum.
- Sanna á Løgmansbø, forkvinna í Pedagogfelagnum.
- Edvard Heen, stjóri fyri Almannaverkið.
- Umboð frá Kommunufelagnum.
- Sonja Olsen, Ph.d. vísindastarvsfólk á Námsvísindadeildin.
Sí skrá og leinkju til tilmelding her
Tiltakið er ókeypis.