University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Tiltak

May-Britt Skoradal verjir sína ph.d.

Tíðspunkt
Stað
Kongshøll, Vestara bryggja í Havn
MayBritt (2).jpg
7 mai

Fríggjadagin 7. mai klokkan 13 fer May-Britt Skoradal, varadekanur á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi, at verja sína ph.d.-ritgerð á Fróðskaparsetrinum.

Ritgerðin snýr seg um fótbólt sum heilivág og fyribyrging fyri lívsstílssjúkur og eitur: “Football is Medicine: Promoting healthy living and an effective means of preventing and treating lifestyle diseases”.

May-Britt hevur m.a. kannað, hvørja ávirkan kostvegleiðing og heilsufótbóltur hava á heilsuparametur hjá fólki við pre-diabetes.

Andmælingar verða Svein Arne Pettersen, professari, Susana Cristina de Araújo Póvoas, lektari, og Marin Strøm, lektari.

Ph.d.-verjan hjá May-Britt Skoradal verður í Kongshøll á Vestaru bryggju í Havn, og tiltakið er alment.

Vegna koronustøðuna verður atgongdin avmarkað til 50 fólk.

Lesið eisini her.