Skriva út

2. Nær viðger Fróðskaparsetur Føroya persónsupplýsingar um teg

Fróðskaparsetur Føroya viðger persónsupplýsingar um teg í sambandi við virksemi hjá Setrinum, harundir tær uppgávur, vit sum universitet hava skyldu at loysa, og tær tænastur Setrið hevur skyldu ella hevur avgjørt at veita tær. Her er talan um nógvar ymiskar tænastur og er alt frá útbúgvingum sum bachelor, master, diplom, ymisk hjánám og stakgreinalestur v.m. til ph.d.-gransking og granskingarsamstørv umframt øll onnur tilboð, tænastur og skyldur, sum Setrið veitir lesandi, granskarum og samstarvsfeløgum.

Tað kann vera, at Setrið hevur gjørt eina avtalu við teg, og tað tí er neyðugt hjá okkum at fáa persónsupplýsingar um teg.

Eisini kann tað vera, at tú hevur sent Setrinum ein fyrispurning, eina umsókn, eina klagu, eina starvsumsókn o.s.v.., sum ger, at Setrið skal viðgera tað, tú sendir inn, sum eitt mál. Hetta ger, at tínar persónsupplýsingar verða viðgjørdar.

Setrið kann eisini viðgera eitthvørt mál, har tú ert ein partur av málinum. Tá verða tínar persónsupplýsingar eisini viðgjørdar.

Næsta