Skriva út

7. Hvaðani persónsupplýsingarnar stava

Sum áður nevnt, heintar Setrið tínar persónsupplýsingar, og fyri tað mesta eru tær beinleiðis frá tær, men tær kunnu eisini vera frá øðrum.

Í onkrum førum fær Fróðskaparsetur Føroya persónsupplýsingar um teg, um vit skulu viðgera eitt mál, sum tú á ein ella annan hátt ert ein partur av. Tá kunnu persónsupplýsingarnar vera komnar frá øðrum almennum myndugleikum ella felagsskapum sum til dømis TAKS, landsfólkayvirlitinum ella frá tí, sum hevur lagt málið fram fyri Setrið.

Tú hevur altíð rætt til at vita, hvaðani vit heinta upplýsingar um teg.

Næsta