Skriva út
At stimbra áhugan fyri náttúruvísindum (2015)
Erla Olsen, ph.d., adjunktur í lívfrøði og náttúru- & tøkniundirvísing o.o.
Børn og ung í Evropa sum heild tykjast ikki at hava áhuga fyri náttúruvísindum, og hetta sær EU sum ein stóran trupulleika, ið er ein hóttan fyri framtíðarútlitini hjá Evropa. Verkætlanin snýr seg um at menna nýggjar undirvísingarhættir, har teldutøkni er sjálvsagdur partur, ið gevur møguleika fyri at veita næmingalagaða undirvísing í sera stóran mun. Eisini er ætlanin at undirvísingin skal taka støði í staðbundnum vinnulívi og harvið gerast meira viðkomandi hjá næmingunum. Grundhugsjónin í hesi verkætlan er, at læring er nakað sum fer fram allastaðni og alla tíðina, og harvið ikki bert í skúlanum.