Biophilia (2015)
Sunleif Rasmusen, námslektari í tónleiki og Erla Olsen, ph.d., adjunktur í lívfrøði og náttúru- & tøkniundirvísing o.o.
Biophilia undirvísingarskráin er ein nýggj tilgongd til undirvísing, ið nýtir tøkni, tónleik og kreativitet sum amboð innan tær vanligu fakligu lærugreinarnar. Upphavið til hetta ítøkiliga tiltakið er íslendska tónlistakvinnan Björk, sum ynskir, at skúlin skal taka støði í tí tøkni, sum børnini eru hugtikin av, og við kreativiteti tryggja, at komandi samfelagsborgarar verða heildarborgarar. Við tí í huga hevur Björk saman við øðrum gjørt eitt verk, sum bæði er eitt tónleikaverk, ein app, framførsla, ein filmur og ein undirvísingarskrá.
Í Føroyum verða læraralesandi lærd í hesum lærihátti, umframt at 5 skúlar luttaka. Verkætlanin endar á heysti 2016, og við støði í eftirmetingini verður gjørdur leistur fyri, hvussu tøkni, tónleikur og kreativitetur best verða nýtt sum undirvísingaramboð. Norðurlendsk verkætlan.