Skriva út
Lesing og lesikanningar (2014)
Verkætlanarábyrgd: Karolina Matras, ph.d.-lesandi, námslektari í sálarfrøði og mál- og lesimenning
Við hesi verkætlan fáa vit fyrsta tilfarið úr okkara egna jørðildi, tá ið umræður námsfrøðiliga gransking í byrjanarlesing. Í verkætlanini verður viðgjørt:
- Fortreytir hjá barninum, sum kemur í skúla
- Mál- og lesimenning hjá barninum
- Didaktisk sjónarhorn í sambandi við byrjanarundirvísing í lesing
- Partar av menningarligu fortreytunum hjá børnunum, sum komu í skúla í 07/08/09
- Lesimenningin í 2. og 3. flokkunum 07/08/09 í nøkrum føroyskum skúlum
Hugt var at týdningarmiklum pørtum viðvíkjandi læring og læriumhvørvi. Hetta varð gjørt við 1) skipaðum eygleiðingum í flokshølum í 08/09/10 og 2) samrøðum við skúlaleiðarar og lærarar 2011.
Úrslitini eru íkast til kjakið um, hvønn týdning menn-ingin hjá børnum fyri skúlaaldur hevur, og hvussu vit kunnu skipa byrjanarlesingina so væl sum til ber.
Verkætlanin er gjørd í samstarvi við DPU og University of Porto.