Námsfrøðilig leiðsla í føroyskum fólkaskúlum (2016)
Jóhannes Miðskarð, Ph.D., adjunktur í námsfrøðiligari leiðslu og fyrisiting
Í altjóða høpi er meira og meira fokus sett á námsfrøðiligu leiðslu síðstu áratíggjunni. Námsfrøðilig leiðsla snýr seg um tað leiðsluvirksemi, ið beinleiðis ávirkar læraranna námsfrøðiliga og undirvísingarliga virksemi við næmingunum.
Í hesari verkætlanini verður kannað, hvussu námsfrøðilig leiðsla verður útint í føroyskum fólkaskúlum. Tað vera gjørd kvalitativ semistrukturerað interview við fimm skúlaleiðarar og tíggju lærarar. Sostatt er møguligt at lýsa námsfrøðiligu leiðsluna, bæði úr sjónarhorninum hjá tí, sum útinnir leiðsluna og úr sjónarhornunum hjá teimum, ið móttaka leiðsluna.
Sum sæst omanfyri, er endamálið at lýsa støðuna viðvíkjandi námsfrøðiligari leiðslu í Føroyum, men somuleiðis er eitt endamál at vísa, hvussu skúlaleiðarar heilt ítøkiliga kunnu økja um teirra námsfrøðiligu leiðslu.