Tey pedagogisku fakini í lærara-
útbúgvingini – endamál, innihald
og arbeiðshættir
(Phd. verkætlan)
Hans Harryson, námslektari og phd. lesandi á Fróðskaparsetri Føroya og Aarhus universiteti
Flest allar læraraútbúgvingar eru skipaðar í tríggjar partar:
(1) Undirvísingarfak,
(2) pedagogisk fak og
(3) starvslæra.
Phd-verkætlanin snýr seg um tey pedagogisku fakini og kannað verður, hvønn leiklut og hvat endamál hesi fak hava í læraraútbúgving í 21. øld. Verkætlanin er ein samanberandi greining av:
- Læraraútbúgvingini í Vasa, Finnland
- Læraraútbúgvingini í Vestfold, Norra
- Læraraútbúgvingini í Reykjavík, Ísland
Orsøkin til at hesar tríggjar læraraútbúgvingar eru valdar úr múgvuni er, at tær hava gott orð á sær og verða mettar at vera framtakshugaðar og nýmótans av altjóða granskarum.
Kanningarhættirnir, ið nýttir verða, eru ávikavist dokumentanalysa og viðtal við lærarar, ið undirvísa í teimum pedagogisku fakunum, lesandi á síðsta árgangi og nýútbúnar lærarar.