Undirvísing, hugburður og læring (2014)
Erla Olsen, ph.d., adjunktur í lívfrøði og náttúru- & tøkniundirvísing , Firouz Gaini, ph.d., lektari í antropologi og samfelagsvísindum o.o.
Verkætlanin er samstarv millum Námsvísindadeildina og Kennaradeildina á Háskóla Íslands. Íslendska kanningin, sum føroyska granskaraliðið hevur sum fyrimynd, var liðug í 2014. Vit brúka íslendska vísindaliga frymilin at skapa eina kanning, sum kann samanberast við ta íslendsku, umframt at hon kann geva okkum størri innlit í tað, sum gongur fyri seg í fólkaskúlanum í dag. Talan er um stórar spurnakanningar, har næmingar í 8. og 9. flokki eru spurdir, hvat slag av læring og undirvísing tey fáa, hvat tey halda um hesa undirvísingina og hvat tey kundu hugsað sær var øðrvísi. Harumframt verða lærarar nú í heyst spurdir samsvarandi spurningar, umframt at foreldur eisini fáa eitt spurnablað um teirra hugsan um føroyska fólkaskúlan.