Skriva út

Starvsstovan á Náttúruvísindadeildini

Verkætlanarábyrgd: Sunniva S. Sigurdardóttir

Starvsstovan á Fróðskaparsetri Føroya ger kanningar av bæði innaru og uttaru – eginleikum hjá verum, umframt umhvørviskanningar. Tveir laborantar eru knýttir at starvsstovuni, sum røkja dagliga virksemi. Starvsstovuhølini á Náttúruvísindadeildini verða fyrst og fremst brúkt til starvsstovuvenjingar hjá teimum lesandi, meðan granskingin síðstu árini hevur verið framd á granskingarsetrinum iNova.

Starvsstovan hevur ymisk tól og kann gera m.a.:

  • PCR og elektroforesu
  • Proteinkanningar
  • Spektrofotometriskar kanningar innan sjónliga og ultravioletta øki
  • Mikrobiologiskar kanningar
  • Mátingar av geislavirkni – cesium, strontium og technetium

Starvsstovan hjá Náttúruvísindadeildini á Nóatúni 3 hevur tvey rúm við 4 benkrum. Eina stovan er ætlað til mikroskop og ellæru, meðan hin, meir rúmliga stovan verður brúkt til lívfrøðiligar kanningar. Starvsstovan hevur stinkskáp, LAF-bonk og ymisk tól og tøkni til smærri kanningar og royndir. Lesandi og onnur, ið ætla at brúka starvsstovuna kunnu venda sær til laborantarnir (akiv(at)setur.fo ella sunnivass(at)setur.fo).kunnu venda sær til laborantarnar.