Barnastudningur
Til tey, sum hava børn
Barnastudningur verður veittur lesandi, ið eiga børn ella hava forsyrgjaraskyldu av børnum, ið eru undir 18 ár.
Barnastudningurin er 750 kr. um mánaðin fyri hvørt barnið. Lesa báðir uppihaldarar, kann bara annar søkja um barnastudningin. Barnastudningurin verður bara latin tí, ið býr saman við barninum.
Studningur til einsamallar uppihaldarar verður veittur umsøkjara, ið er lestrarvirkin og fær serliga barnaískoytið til einsamallar uppihaldarar frá Almannastovuni. Studningurin til einsamallar uppihaldarar er 1.500 kr. um mánaðin.