Endalán
Lán til lesandi, sum hava brúkt allan studningin
Um tú hevur fingið tann stuðul, sum kann fáast frá STUDNA eftir vanligu reglunum, kanst tú søkja um at fáa endalán, í mesta lagi í 11 mánaðir á kr. 6.234,00 um mánaðin.
Treytin fyri at fáa endalán er, at tú tekur eina hægri útbúgving, ert lestrarvirkin, og at avvarðandi lærustovnur kann vátta, at tú ert før/ur fyri at gera útbúgvingina lidna innan 1 ár.
Afturgjaldstreytirnar fyri hetta lán eru tær somu sum fyri vanliga lestrarlánið.
Les meira á stuðulsmøguleikar á www.studni.fo