Skriva út
Hvat eru námsvísindi?
Í námsvísindum verður sjóneykan sett á hugtøkini sosialisering, uppaling, undirvísing og útbúgving, bæði ástøðiliga og í mun til praksis. Høvuðsspurningar í hesum sambandi eru, hvussu menniskju nema sær kunnleika, tilogna sær lærdóm og mennast gjøgnum lívið. Fakøkið er fjøltáttað har námsfrøði, sálarfrøði, didaktikkur, sosialisering og ymisku fakøkini, sum eru viðkomandi innan stovnslív og skúlaverk, skapa eitt grundarlag fyri at virka sum námsfrøðingur ella lærari.
Innan námsvísindi verður granskað í spurningum um, hvussu menniskju læra og mennast, bæði ástøðiliga og í praksis, til tess at koma fram til størri sannkenning og vitan um evnini.