Skriva út

Lestrarkort

Títt samleikaprógv á Setrinum

Øll lesandi fáa útflýggjað lestarkort, sum er eitt samleikaprógv, tú kanst brúka í ymsum høpum.

Saman við váttan um innskriving hevur tú sent inn mynd av tær sjálvum/sjálvari og eru hesi bæði grundarlagið fyri innskrivingini á Setrið og fyri prentingini av lestarkortinum.

Hvat skal lestrarkortið brúkast til?

1. Tú skalt brúka lestrarkortið sum samleikaprógv í sambandi við próvtøkur.

2. Tú kanst brúka lestrarkortið sum lyklakort til kopi- og prentmaskinur kring um á Setrinum

3. Tú kanst brúka lestrarkortið sum lykil til úthurðar á summum deildum.

4. Tú kanst brúka lestrarkortið sum samleikaprógv, tá STUDNI og Strandfaraskip Landsins biða um prógv fyri, at tú ert lesandi.

Tú fært lestrarkortið útflýggjað á deildarskrivstovuni ella frá Lestrarskrivstovuni áðrenn heystfrítíðina í fyrstu lestrarhálvu.