Craft International
Verkætlanarábyrgd: Olga Biskopstø, samfelagsfrøðingur á Granskingardeplinum fyri Samfelagsmenning.
Verkætlanartíðarskeið: 2011-2014
Fígging: Verkætlanin er fíggjað av Northern Pherephery Project, NORA, Vinnuframagrunninum, Granskingardeplinum fyri Samfelagsmenning o.ø.
Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning er partur av altjóða granskingarverkætlan nevnd Craft International. Hetta er ein verkætlan til frama fyri lokalt handverk og ferðavinnu.
Endamálið við verkætlanini er at finna og fremja tiltøk, har tilfeingið er lokalt siðbundið handverk
Talan er um nýskapandi og burðardygga vinnu í útjaðaranum, og bulurin í tiltøkunum er ferðavinna.
Framhald av Economusée Northern Europe verkætlanini
Henda verkætlan er eitt framhald av verkætlanini Economussée, ið Granskingardepilin hevur luttikið í síðani 2008. Munurin millum nýggju verkætlanina og Economusée er, at tað nú fyriliggur eitt grundleggjandi tilfar, ið skal brúkast til at menna fleiri Economusée tiltøk, við tí ískoyti, at ferðavinnan nú verður inndrigin sum beinleiðis samstarvspartur og netverkið verður ment.
Ein partur av Craft International verður at knýta Economusée tiltøkini upp í skipaðar ferðaleiðir. Hetta skal tryggja, at alt Norðuratlantiska økið kann bjóða tiltøk, ið eru knýtt at hvør øðrum, har vørumerki er dygd og lokalt engagement.
Økini, ið eru partur av verkætlanini, eru: Norra, Svøríki, Kanada, Grønland, Føroyar, Ísland, Onglandi og Írland.
Gongdin í ferðavinnuni seinnu árini hevur víst, at tey sum vilja ferðast í Norðuratlantiska økinum ynskja sær autentiskar upplivingar. Tey vilja m.a. síggja og uppliva lokalt handverk, mat og mentan.
Craft International slóðar vegin fyri einum konsepti, har lokalt siðbundið handverk og ferðavinna ganga saman um at bjóða ferðafólki eina dygdar uppliving. Rávøran er tað siðbundna handverkið og søgan handan handverkið. Vørurnar, sum verða framleiddar á verkstøðunum, verða seldar lokalt og á internetinum.