Leifur Tróndarson (Leifur á Trøð) (1901 – 1980) Leifur var ein av synunum hjá navnframu kvæðakempuni Tróndi á Trøð í Skálavík. Fleiri av børnunum hjá Tróndi tóku við kvæðamentanini, sum var so livandi í húsinum, og hava borið hana víðari – og fleiri teirra eru umboðað í bandasavninum.
Leifur var lærari ymsastaðni í Føroyum og í Skálavík frá 1943-1969. Hann var deknur í Skálavíkar kirkju og limur og formaður í kirkjuráðnum. Umframt kvøðing hevði hann stóran áhuga fyri tónleiki sum heild, og hann hevur gjørt sangløg til onkrar føroyskar yrkingar. Hansara ansur fyri tí tónleikaliga í kvæðum og dansi kemur týðiliga fram í hugleiðingum hansara um kvøðing hjá pápanum og um, hvussu dansurin broyttist við tíðini og kanska gerst meira einsháttaður:
“Ein kann kjakast um, hvat ið er rætt. Men tá ið eg nú lurti eftir útvarpi, so eru tað fleiri sum kvøða uppi í. Tað vísir seg at vera kvæðir sum øll duga, og tey kvøða sama nótan, noyaktiga. Tá eg beri saman við tað, eg hoyrdi pápan kvøða, so dámar mær ikki. Tá virkar tað keðiligt, í staðin fyri stimulerandi” (Traðarbókin s.26 og 27)
Áhugavert fyri kvøðarar í dag er kanska at hoyra metingina hjá Leifi av, hvussu nógv skal til áðrenn dansurin av sonnum kann sigast at ganga væl.
“Tað kemur ikki gongd á dansin, fyrr enn ein hevur kvøðið nakað nógv ørindir. Tá fyrstani kemur dansurin í fasta legu, fasta rútmu. Kanska út móti 50 ørindum, viðhvørt. Tað kemur ann uppá hvussu dansifólkið er, tí tá mann hevur kvøðið leingi, tá merkir mann, at tað eru virkningar av hvørjum ørindi. Tað fer út í hvønn krók. Eingin merkir tað so væl, sum kvæðarin, Tí er tað, at eitt langt kvæði er betri enn eitt stutt” (Traðarbókin s.28)
Nógv tilfar er í bandasavninum eftir Leif Tróndarson, í fleiri førum eru teir fleiri brøður á somu upptøku.
Kelda:
- Eyðun Andreassen: Traðarbókin, Forlagið Tungulist, 1999