MiaEide_RuniBrattaberg_copyright.jpg
Skriva út

Myndina av Mariu Eide Petersen tók Rúni Brattaberg

Maria Eide Petersen (Maria Eide)  (1894-1994) var úr Nólsoy. Hon tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1923. Árið eftir tók hon við lærarastarvi í Funningi og starvaðist har, til hon fór frá fyri aldur í 1959.

Í 1974 gav Maria Eide út bókina Konglar, í 1977 Rekar og í 1982 Snøklar. Allar eru tær frásagnir frá gerandisdegnum og her greiðir hon eisini frá um dans og dansisiðir, sum hon kennir til. Hóast Maria skrivar, at hon ikki dansaði so nógv sjálv, so var hon ein eyðkendur kvøðari við treystum máli. Hon dugdi nógv ymiskt, og er væl umboðað í bandasavninum bæði við kvæðum, sálmum og skjaldrum.

Í Snøklum skrivar hon soleiðis um at dans og kvøðing:

“Eitt er at kvøða, annað er at dansa og triðja at fáa dansin at ganga.

Hetta, at fáa dansin at ganga, haldi eg er viðføtt, tað kann ikki lærast. Tað er nakað “individuelt”, um eg so má siga. Summi eru so løtt, tað er, sum loft er undir teimum, tað er, sum nema tey ikki við gólvið. Aftur onnur eru so tung og stirvin, tað er, sum hevði tú ein klótuanga framman fyri tær-

Kráku líkar best á unga sín, og eg haldi, at nólsoyingar hava sera gott mál – klingandi sum málmur -. Fjalladun er einki í Nólsoy, men brimdunið er veldugt. Um hetta kann hava nakra ávirkan á røddina, veit eg ikki, men tað er møguligt”

Maria Eide savnaði og týddi eisini nógvar lestrar og teir komu út í bókunum Livandi vatn, 1972,  Lívsins breyð, 1978 og Lívsins kelduvað, 1982

Maria Eide fekk M.A. Jacobsens virðislønina fyri yrkisbókmentir í 1978.

Keldur:

  • Árni Dahl, Bókmentasøga I-III. Fannir, 1980-83.
  • Føroyskir fólkaskúlalærarar 1870-1997. Ritstj. Niels Jákup Thomsen. BFL, 1998.
  • Maria Eide Petersen, Snøklar, H. N. Jacobsens Bókahandil, 1982.
Tilfar í Bandasavninum eftir Mariu Eide
Meira