WilliamTindskarð2.jpg
Skriva út

William Tindskarð (William á Hamri)  (1905-1997) var úr Skálavík og kallaður William á Hamri. Mamma hansara var Katrina, sum var úr Leynum. Pápi hansara var Melchior Nicodemussen av Hamri, Skálavík. Hann giftist Valborg úr Skúgvi og tey fingu 6 børn.  Á ungum árum sigldi hann úti og seinni fekst hann við seyðahald, hann átti eina knappa mørk. Honum dámdi væl at dansa og kvøða og skipaði eisini sumt.

William visti so nógv, sum omma hansara í faðirætt, Anna, hevði sagt honum og fleiri savnarar hava gjørd viðtal við hann. Í 70-árunum  fekk Mortan Nolsøe hann at greiða frá um kvæði, siðir og pátrúgv og seinni fylgdu onnur eftir, serliga í sambandi við staðanavnainnsavningina.

Kelda:

  • Turið Tindskarð og Heiðveig Tindskarð, døtur William.

Tilfar í Bandasavninum eftir William Tindskarð
Meira