Mortan Vilhelm Nolsøe, professari (5.6.1924- 25.4.1987). Mortan varð føddur grundlógardagin 5. juni 1924 í Vági. Hann tók studentsprógv í 1942 á Studentaskúla Føroya løgtings. Eftir kríggið fór hann fyrst til Wien at lesa týskt í eitt ár og síðani til Oslo at lesa norðurlendska málfrøði sum sergrein. Ætlanin var tó alla tíðina at lesa fólkaminnisfrøði, sum hann seinni fór undir at lesa sum høvuðsgrein við enskum og týskum sum hjágrein. Í 1960 tók hann cand.mag.-prógv í hesum fakum og 1964 tók hann prógv sum magistari í fólkaminnisfrøði. Magistararitgerð hansara æt “Trúgv og siðir í sambandi við útróður í Føroyum” og er fyrsta akademiska ritgerð, sum er skrivað á føroyskum máli. Hon kom út í bók við sama navni í 1997, ið Eivind Weyhe legði til rættis.
Mortan arbeiddi sum vísindaligur atstøðingur á Institutt for folkeminne á lærda háskúlanum í Oslo frá 1962-65. Hesi árini var hann við til at byggja fólkaminnisfrøði upp sum fak saman við Svale Solheim, professara og Olav Bø, professara. Eftir lokið magistaraprógv, varð hann settur sum savnsvørður og lærari sama stað frá 1965-72. Hann undirvísti í fólkaminnifrøði á lærda háskúlanum í Oslo og eitt skifti eisini í Bergen. Nærum øll árini, hann var í útlegd, var hann um sumrarnar í savningarørindum í Føroyum, og umleið 200 bond eru frá hesum ferðum.
Mortan var eisini við til at leggja lunnar undir norska Universitetsforlaget saman við góða vinmanni sínum, Tønnes Andenæs í 1950. Harafturat tók hann lut í arbeiðinum at gera katalogið: “The Types of the Scandinavian Medieval Ballad”, sum framvegis er høgt í metum og verður nógv brúkt av kvæðaáhugaðum.
Í 1972 heitti Christian Matras á hann um at koma til Føroya og vera við at byggja Føroyamálsdeildina upp eftir at hava virkað í Noregi í 25 ár. Í 1973 byrjaði hann at arbeiða á Føroyamálsdeildin og árið eftir byrjaði akademisk undirvísing í norðurlendskum serliga føroyskum máli og bókmentum, sum Mortan saman við Jóan Hendrikki Winther Poulsen og øðrum skipaði fyri.
Mortan granskaði eisini og var ein íðin savnari, bæði tá hann starvaðist við Universitetið í Oslo og tey árini, tað untist honum at arbeiða á Føroyamálsdeildin. Hetta eru tey mongu ljóðbondini á bandasavninum, sum hann legði lunnar undir, besta prógv um.
Hann savnaði mest skaldskap av mannamunni og siðsøguligt tilfar, men stóð eisini fyri innsavnan av staða, miða og bjarganøvnum. Til hetta fekk hann norska flogfelagið Braathen Safe at taka loftmyndir av Føroyum, soleiðis at hesi nøvn kundu vera merkt upp á litmyndir.
Eisini hevði Mortan stóran áhuga í nýggjari tøkni, og hann sá til at mest framkomna tøknin í samtíðini varð nýtt til at banda m.a. upptøkur av kvæðum.
Í fleiri skiftum var Mortan rektari á Fróðskaparsetri Føroya. Hann og Jóan Hendrik Winther Poulsen skiftust í fleiri ár um hetta starv.
Mortan gjørdist eisini - sum hin fyrsti útlendingur- limur í finska akademinum, “Kungliga Gustav Adolf Akademien för svensk folkkultur”.
Hann var annars viðurkendur sum kvæðagranskari og fyrilestrarhaldari nógva staðni í heiminum, ikki bert í Evropa. Miðskeiðis í áttatiárunum var hann sostatt boðin at halda eina fyrilestrarøð á fleiri av teimum størstu universitetunum í USA, millum annað á Harvard.
1986 gjørdist Mortan professari í skaldskapi av mannamunni á Fróðskaparsetri Føroya. Sama ár var hann eisini heiðraður við norska St. Olavsmedaljen í gulli fyri sítt stóra arbeiði fyri føroyskt – norskt mentanarsamstarv .
Mortan andaðist á flaggdegnum 25. apríl 1987.
Keldur:
- Jóhan Hendrik W. Poulsen í “Fróðskaparsetur Føroya. Frágreiðing fyri árini 1987-91”, 1992
- Eivind Weyhe “Fororð hjá útgevara” í Trúgv og siðir í sambandi við útróður í Føroyum,1997
- Marianne Clausen, Skjaldur, rímur og ramsur - Faroese skjaldur and rhymes. Stiðin, 2012 Minningarorð um Mortan eftir Reidar Djupedal, professara
- Grein eftir Pól Á Kletti í Dimmalætting