Skriva út

Innsavnarar

Tilfarið í bandasavninum er fingið til vega úr ymsum ættum. Elstu upptøkurnar eru tær, sum Hjalmar Thuren úr Danmark gjørdi longu í 1902, honum á baki kom Haakun Grüner-Nielsen í 1928. Síðani hava fleiri savnarar ferðast um landið fyri ymiskar stovnar ella av egnum áhuga. Her finnur tú kunning um nakrar teirra. Fyribils hava vit valt at skriva um savnarar, so hvørt sum vit fáa loyvi at nýta teirra upptøkur, men ætlanin er sum frá líður at hava stuttar lýsingar um allar savnarar í savninum.