Marianne Clausen (1947-2014) var danskur urguleikari, kórleiðari og tónleikagranskari. Hon var, eins og pápi sín Karl Clausen, áhugað í føroyskum tónleiki og hjálpti honum við hansara innsavnan í Føroyum 1967-72. Fá ár eftir, at pápin doyði, gav hon saman við øðrum Åndelig visesang på Færøerne, ið var tilfar, ið lá eftir pápan.
Marianne var Føroyum í savningarørindum árini 1988-90 og 1991-93.
Bókin Hundredesyv-visebogen, við donskum fólkavísum við føroyskum løgum, kom út í 1995. Saman við Zakariasi Wang gav hon Atlantsløg og Atlantsløg l út í 1996 og 97, ið eru niðurskrivað løg eftir Regin Dahl.
Síðan komu fimm bøkur eftir Marianne út um føroyskan fólkatónleik. Í 2003 kom Føroya kvæði VIII – Løgini. Í 2006 Andlig vísuløg í Føroyum. Í 2010 Vísuløg í Føroyum og í 2012 Skjaldur, rímur og ramsur.
Tann síðsta eitur Føroya ljóð, og kom út í 2014. Hon var ein roynd at savna megininnihaldið í fyrru bókunum og yvirlit yvir heildina í føroyskum fólkatónleiki, eins og Marianne skrivar í fororðunum.
Fyri sínar bøkur fekk Marianne í 2003 M.A. Jacobsens mentanarvirðislønina og í 2012 Heiðursgávu Landsins. Marianne var í nógv ár kórleiðari hjá føroyska Húsakórinum í Keypmannahavn.
Keldur:
- Marianne Clausen, Føroya ljóð - Sound of the Faroes. Stiðin, 2014
- Marianne Clausen, Skjaldur, rímur og ramsur - Faroese Skjaldur and Rhymes. Stiðin, 2012