Skriva út

Kunning og samskifti

 

Málið við okkara kunning og samskifti er at gera Setrið, okkara gransking og útbúgvingar sjónligar og atkomiligar, og á nútímans hátt geva fólki, vinnu og politiska myndugleikanum í Føroyum og uttanlands eina greiða fatan av, at Fróðskaparsetur Føroya er berandi vintanardepilin í landi okkara. 

Samskiftið og kunningin á Fróðskaparsetrinum verður skipað á Setursskrivstovuni, sum heldur til í Gróthúsinum í J.C. Svabosgøtu 14.

Higani verður heimasíðan dagførd, sosialu miðlarnir røktaðir, útbúgvingar marknaðarførdar og kunning innan- og uttanhýsis avgreidd.

Breiðari miðling av granskingini á Setrinum verður eisini røkt av Setursskrivstovuni, tó at granskingin í høvuðsheitum liggur á deildarstigi og hjá granskarunum sjálvum.