Retail in Rural Regions
Verkætlanarábyrgd: Olga Biskopstø, samfelagsfrøðingur á Granskingardeplinum fyri Samfelagsmenning, hevur ábyrgdina av føroyska partinum av verkætlanini.
Verkætlanartíðarskeið: 2009-2012
Fígging: Verkætlanin er stuðlað av Nora og NPP (Northern Periphery Programme), umframt at ein partur er eginfígging frá Granskingardeplinum fyri Samfelagsmenning.
Verkætlanin Retail in Rural Region (RRR), á føroyskum: Tín Bygdahandil, er ein atljóða verkætlan við luttøku av granskarum úr Føroyar, Ísland, Grønland, Norra, Svøríki, Finnland, Skotland og Írland.
Um verkætlanina
Verkætlan hevur sum endamál, at menna eitt uppskot til handil í smáu samfeløgunum í útjaðaranum. Handilin skal hava gott úrval av vørum og veita eina fjølbroytta tænastu. Eydnast henda verkætlan til fulnar, verður úrslitið øktur búskaparligur vøkstur í útjaðaranum umframt betri trivnaður.
Onkur vil tykjast, at hetta er eitt sera høg mál at seta, og ikki minst av einari granskingarverkætlan, tí hesar, sum oftast enda við einari frágreiðing, heldur enn praktiskum úrslitum. Men í so máta er henda verkætlan øðrvísi. Kravið frá NPP, sum fíggjar ein helmingin av verkætlanini, er, at endaliga úrslitið skal vera eitt tiltak, ið er sett í verk, skipað eftir tí leisti, ið verkætlanin hevur ment.
Fyrimyndin fyri verkætlanini er tað norska handilsmodellið “Merkur” og tann svenska verkætlanin FLF, ið báðar hava sum endamál, at skapa møguleikar fyri handli í útjaðaranum. Í Skotlandi eru eisini almennar verkætlanir, við sama endamáli. Orsøkin til henda áhuga fyri handli í útjaðaraøkjum er, at tað vísir seg at hava alstóran týdning fyri menning og trivnað á smáplássum, at tað er ein handil í nærumhvørvinum, og ikki minst, at hesin handil kann veita eina góða og fjølbroytta tænastu.
Les meira um verkætlanina á: http://www.ruralshops.blogspot.com