Minningarorð um Povl Skårup
Povl Skårup, lektari í fronskum, andaðist herfyri 87 ára gamal. Her í Føroyum er hann kendur sum eldhugaður fransktlærari í Hoydølum eitt skifti í 1960-árunum. Í 1964 gav hann út eina bók um danska málfrøðingin Rasmus Rask, ið hevði stóran týdning fyri akademiska áhuganum fyri føroyskum fyrst í 19. øld.
Saman við konu síni Gunnvá, ið var dóttir Kathrinu Malenu og Hans Jacob Jacobsen, betur kendur sum Heðin Brú, umsetti hann skaldsøguna Feðgar á ferð eftir verfaðirin til danskt. Á donskum ber skaldsøgan heitið Fattigmands ære (1962) og hon gjørdi, at bókin var týdd víðari til onnur mál. Tað sama hendi við Glansbílætasamlarunum og Brahmadellunum eftir Jóanes Nielsen, har tann fyrra er týdd til franskt og tann seinna til týskt.
Povl umsetti eisini føroyskar stuttsøgur, ið komu út í savninum Færøske fortællinger, 1968. Hann umsetti eisini Burtur eftir Bergtóru Hansuardóttur, sum kom út í 2017 við heitinum Færingerne.
Áhugin fyri føroyskum og arbeiðið at miðla føroyskan nútíðarskaldskap til størri lesararskarar var frammíhjá. Høvuðsstarv hansara var á Romansku deildini á universitetinum í Århus, har hann undirvísti í fronskum. Eg var so heppin at hava hann í franskari mállæru. Hann skrivaði greinir og bøkur um morfologiina í gomlum fronskum Morphologie synchronique de l’ancien français (1994) og um orð, sagnorðabendingar og bókmentaligar figurar í provançalskum og occitanskum skaldskapi.
Povl skrivaði mangan í Fróðskaparritum. Í 1961 var ein gren um føroysk orð í fronskum. Eitt nú imbrimil, sum var navnið á havgásini á døgum Lucas Debesar, eitur á modernaðum fronskum ‘imbrin’ (gomlum fronskum ‘imbrim’), í minsta lagi í fuglafrøðini. Franska fuglanavnið ‘eider’ er úr Føroyum, men ikki úr føroyskum, sigur Povl, men seinni liður í ‘globicéphale grinde’ fyri grindhval er beinleiðis úr føroyskum. Í 1970 skrivaði hann aftur um føroysk fuglanøvn í franskari fuglafrøði, og í 1964 lýsir Povl sambandið millum føroyska orðið ‘fliða’ og normanniska ‘flie’, fyri skál o.t. Í Fróðskaparritum 2009 viðger hann víðagitnu lýsingina hjá Dicuil frá 825 av nøkrum oyggjum í Norðuratlantshavi. Povl greinar latínskar tekstir og kemur til, at talan ivaleyst er um Føroyar – hóast aðrir frøðingar hava viljað havt oyggjarnar at vera Hetland.
Fleiri greinir eftir hann eru um gomul fronsk kvæði og søgur eitt nú um keldurnar til Karlamagnusar kvæði (Fróðskaparrit 1966) og sambandið millum Føroyingasøgu og Sigmundar kvæði, eldra.
Povl Skårup var skarpur málvísindamaður, nærlagdur týðari og skemtingarsamur maður.
Vit lýsa við hesum frið yvir minnið um hann.
Malan Marnersdóttir
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...