Nýggj grein um Føroyinga søgu
Mest sannlíkt er, at Føroyinga søga varð skrivað í sama bókmentaumhvørvi og í somu tíð sum Sverris søga
Um ársskiftið kom ein grein út í svenska tíðarritinum Scripta Islandica um Føroyinga søgu, sum Andras Mortensen á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum hevur skrivað. Greinin hevur heitið "Færeyinga saga som historisk kilde. En vurdering af sagaens ophavssituation og politiske miljø".
Greinin snýr seg um, hvussu Føroyinga søga skal metast sum søgulig kelda. Metingin verður gjørd við støði í niðurstøðum hjá tí bókmentasøguligu granskingini um, hvussu teksturin í Føroyinga søgu er varðveittur, og hvat hetta sigur okkum um upprunan hjá søguni og um teir politisku faktorarnar, sum gjørdu seg galdandi, tá frásøgnin varð til og formað.
Heimildarmaður úr Føroyum
Niðurstøðan er, at Føroyinga søga mest sannlíkt varð skrivað í sama bókmentaumhvørvi og í somu tíð sum Sverris søga. Sverris søga varð skrivað av Karl Jónsson, sum var abbati í benediktinara-kleystrinum í Þingeyri og doyði í 1212/13. Hesa søgu fór hann undir at skriva eftir umbøn frá Sverra kongi, og hann fór undir skrivingina í tíðini 1185-1188, tá hann hevði uppihald hjá kongi í Noregi, og kongur sjálvur segði frá søgu síni.
Í Føroyinga søgu er líkt til, at høvundurin bygdi frágreiðingar sínar um náttúruviðurskifti og lóggávuviðurskifti á upplýsingar, sum hann hevði frá einum heimildarmanni úr Føroyum. Út frá frásøgnini má metast, at tað var ein tíðarfrástøða ímillum høvundin og tann, ið segði frá, og hetta bendir á, at søgan er skrivað við støði í minninum og uppskriftum, sum høvundurin hevði gjørt sær undir samrøðum.
Varisligt mótmælisrit
Tann stjórnarideologiski hugsunarhátturin, sum kemur til sjóndar í Føroyinga søgu, bendir á, at søgan hoyrir til tíðina áðrenn tað norska ríkiskongadømið stovnsfesti seg við rómversk-katólskari kongsideologi. Tað hendi í tíðini beint undan 1247, tá Hákun kongur Hákunarson lat seg krýna av einum kardinali úr Róm. Henda tíðarfesting stuðlar upp undir tíðarfestingina hjá bókmentasøgufrøðingunum av søguni til byrjanina av 13. øld.
Í Føroyinga søgu síggjast fleiri tekin um, at samband var ímillum høvundin av søguni og Sverra kong. Sverri kom í 1155 sum fimm ára gamal til Føroya at verða uppfostraður hjá Róa, sum var bróðir Unas, ið helt saman við móðir Sverra. Hjá Róa, sum gjørdist biskupur í Føroyum í 1162, fekk Sverri útbúgving og vígslu sum prestur, og tað er týðiligt, at Sverri kongur hevur ein undirskiltan leiklut í frásøgnini í Føroyinga søgu.
Í greinini verður komið fram til, at Føroyinga søga er eitt varisligt mótmælisrit, sum talar fyri kongshugsjónini hjá Sverra kongi.
Greinin kann takast niður her.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...