Setrið snúningsdepil í framtíðarmenning
Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan legði í gjár sína fyrstu ársfrágreiðing fram við átta tilmælum, sum púra greitt seta Fróðskaparsetur Føroya og nýggja kampusið í miðdepilin, tá tað ræður um at brynja Føroyar til framtíðina
Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan skal ráðgeva Føroya landsstýri um yvirskipaða politikk Føroya fyri gransking, menning og nýskapan. Og í gjár kom ráðið við síni fyrstu ársfrágreiðing, sum hevur átta tilmæli um, hvussu vit flyta Føroyar fram á hesum leiðum.
Tey átta tilmælini eru:
- Gransking, menning og nýskapan verða raðfest hægri
- Fróðskaparsetrið verður snúningsdepil fyri gransking, menning og nýskapan
- Depil fyri gransking, menning og nýskapan verður mentur
- Ítøkilig mál verða sett og karmarnir verða styrktir fyri føroyskari luttøku í altjóða samstarvi
- Ætlan verður løgd fyri, hvussu Føroyar kunnu verða áhugaverdari fyri granskarar
- Grundjáttanir til granskingarstovnar verða øktar og serføroysk granskingarøki raðfest
- Greiðar mannagongdir verða gjørdar fyri móttøku av útlendskari fígging
- Fíggingarleistir, ið ikki hava verið nýttir í Føroyum áður, verða kannaðir
Tórheðin J. Jensen, formaður í Ráðnum fyri gransking, menning og nýskapan, er DBA og marknaðarføringar- og umsitingarleiðari hjá Varðanum.
Í sambandi við framløguna av tilmælunum sigur hann, at granskingarstovnar og nýskapandi fyritøkur eru á einum máli um, at alstórur tørvur er á at seta nógv fleiri pengar av til gransking, menning og nýskapan í Føroyum.
Við útvarpið hjá Kringvarpi Føroya sigur hann, at grannalond seta trý prosent av bruttotjóðarúrtøkuni av til gransking, og at vit í Føroyum eiga at seta okkum sama mál.
- Gransking, menning og nýskapan eru avgerandi fyri at brynja okkum til eina framtíð við broyttum fortreytum, sigur hann.
Hoyrið samrøðuna í KVF við formannin her.
Fróðskaparsetur Føroya fyllir heilt fitt í tilmælunum hjá Ráðnum fyri gransking, menning og nýskapan.
Ráðið mælir til, at leikluturin hjá Setrinum viðvíkjandi gransking, menning og nýskapan, skal verða størri, enn hann er í dag.
"Vísindaligu førleikarnir á Fróðskaparsetrinum eiga at verða gagnnýttir og mentir í samstarvi við aðrar stovnar. Tað fer at gera, at útbúgvingar innan til dømis matvøru kunnu skipast í samstarvi við Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, heilsuútbúgvingar kunnu knýtast at Sjúkrahúsverkinum og fiskalívfrøði at Fiskaaling. Fyri heilsuverkið kann tað hava við sær, at Landssjúkrahúsið verður universitetssjúkrahús", stendur í frágreiðingini.
Eisini verður mælt til, at Fróðskaparsetrið skal vera eitt slag av regnskjóli yvir allar aðrar granskingarstovnar, men at stovnarnir tó framvegis eiga at hava egna játtan og sjálvræði.
"Mælt verður eisini til, at ein depil fyri gransking, menning og nýskapan verður mentur á Fróðskaparsetrinum, ið skal styrkja tvørfakliga samstarvið, bæði stovnanna millum og millum alment og privat. Ein tílíkur depil eigur at verða partur av nýggja kampusinum, ið skal skipast á Frælsinum. Hann skal verða savningarstað fyri granskarar, nýskaparar, íverksetar, íleggjarar og lesandi og kann eisini gerast karmur um eina víðkaða útgávu av iNOVA við granskingarundirstøðukervi, ið er til taks fyri allar áhugapartar", skrivar ráðið eisini í ársfrágreiðingini.
Fyrisitingarligur stuðul til umsóknararbeiði og verkætlanarfyrisiting er vorðið raðfest í ávísan mun við nýggju granskingar- og framtakseindini á Fróðskaparsetrinum. Ráðið mælir til, at hendan tænastan eisini verður tøk hjá øðrum granskarum og nýskaparum enn teimum, sum eru beinleiðis knýtt at Fróðskaparsetrinum.
Ráðið ber eisini fram eitt ynski um, at vit í Føroyum fáa fleiri hægri útbúgvingar.
"Bert 24 av teimum 122 føroyingunum, sum hava lokið ph.d.-prógv seinastu 10 árini, hava gjørt tað á Fróðskaparsetrinum. Ynskiligt hevði verið at fingið fleiri hægri útbúgvingar í Føroyum, serliga innan fyri tøkni, KT, byggifrøði og matvørufrøði. Ráðið mælir til, at ein ætlan verður løgd fyri, hvussu Føroyar kunnu verða meira áhugaverdar fyri teir bólkar av starvsfólki, granskarum og íverksetum, sum tørvur er á, og hvussu fleiri útbúgvingar kunnu verða skipaðar á hesum økjum", stendur eisini í tilmælunum.
Lesið frágreiðingina her.
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...
- 13.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinSmá men kná - ein greining av treysti í mikrosamfelagnumFøroyar kláraðu seg lutfalsliga væl gjøgnum koronakreppun...