Skriva út

Master í samfelagsvísindum

Master in Social Sciences
  • Lestrartíð 2 ár
  • Deild Søgu- og samfelagsdeildin (SSD)
  • Tal á Lesandi Uml. 20
  • ECTS 120
  • Lestrargjald (Fulltíðarlestur) Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum
  • Lestrargjald (Stakgreinir) 200 DKK/ECTS

Endamál

Masterútbúgvingin er ment við tí endamáli, at hin lesandi skal kunna ogna sær førleikar á einum høgum altjóða støði á sínum fakøki, men samstundis kann hin lesandi lutvíst ogna sær sín egna fakliga profil.

Stórur dentur verður lagdur á sjálvstøðugt arbeiðslag og evnini at seta seg inn í kompleks viðurskifti. Trupulleikagrundað verkætlanararbeiði er ein afturvendandi arbeiðsháttur. Við at menna útbúnar akademikarar við egnum fakligum profili er útbúgvingin eisini við til at røkka endamálinum at nøkta tørvin á vitanartilfeingi hjá einum lítlum arbeiðsmarknaði sum tí føroyska.

Bygnaður

1.
lestrarhálva
2.
lestrarhálva
3.
lestrarhálva

4.
lestrarhálva

Vísindaástøði og háttalag I

10 ECTS

Praksislæra

25 ECTS

Vælferð í smátjóðum og oyggjasamfeløgum

10 ECTS

30 valfrí ECTS á Fróðskaparsetrinum og/ella útlendskum universitet

Vísindaástøði og háttalag II

5 ECTS

Masterritgerð

30 ECTS

Master-
verkætlan

10 ECTS

Skipan av útbúgvingini

Útbúgvingin tekur tvey ár:

Í fyrstu lestrarhálvu verður dentur lagdur á ástøði og háttalag. Ein partur av hesi lestrarhálvuni er arbeiðið í einum fakligum praksisfelagsskapi, har tann lesandi saman við øðrum lesandi arbeiðir við ávísari verkætlan.

Í aðru lestrarhálvu eru 30 valfrí ECTS, sum tann lesandi kann taka á Fróðskaparsetrinum ella á útlendskum universiteti. Í summum førum kann partur av hesum semestrinum ikki vera valfríur, men kravdur.

Í triðju lestrarhálvu fer tann lesandi í praksislæru. Hetta merkir, at avtalað verður gjørd millum tann lesandi, Fróðskaparsetrið og eitt føroyskt arbeiðspláss. Í hesum semestrinum arbeiðir tann lesandi við eini fakligari uppgávu, samstundis sum hann ella hon luttekur í seminarvirksemi á Setrinum. Harafturat er ein minni partur av lestrarhálvuni ein ástøðilig og metodisk fyrireiking til høvuðsritgerðina.

Í fjórðu lestrarhálvu skal sjálv master-ritgerðin skrivast við vegleiðing.

Innihald

Útbúgvingin M.S.Sc. í samfelagsvísindum viðger menniskjans samspæl við samfelagsins strukturar, vælferð og institutiónir, og hvussu intentionel samfelagsmenning skapast við støði í avgerðum og virðum.

Lesandi ogna sær førleikar á altjóða støði innan vísindalig ástøði og háttaløg, men samstundis menna lesandi eisini ein sjálvstøðugan fakligan profil. Grundað á eina trupulleikagrundaða, tvørvísindaliga tilgongd mennir tann lesandi eitt sjálvstøðugt arbeiðslag.

Nakað av samskiftinum kann fara fram á enskum/norðurlendskum máli. Kravið um at vera til staðar á lærustovninum og luttaka aktivt er hægri enn undir vanligum universitetslestri.

Próvtøkur

Skipað verður fyri próvtøkum tvær ferðir um árið. Vetrarpróvtøkur eru vanliga í desember og januar, og summarpróvtøkur eru í mai og juni. Tó kunnu próvtøkur eisini koma fyri onnur tíðarskeið.

Endurpróvtøka og sjúkrapróvtøkur verða fyriskipaðar eftir reglugerðum Setursins, ella eftir avtalu við undirvísingarleiðaran.

Próvtøkurnar kunnu vera skrivligar uppgávur við ella uttan munnliga verju. Eisini kunnu próvtøkur vera munnligar. Masterritgerðin verður vard munnliga.

Upptøkutreytir

Bachelorútbúgving í søgu ella samfelagsvísindum frá hægri lærustovni, har royndir við trupulleikagrundaðum og tvørvísindaligum arbeiði er ein fyrimunur.

Lesandi við øðrum førleikum, tó í minsta lagi á bachelorstigi, kunnu eisini søkja um upptøku.

Framtíðarmøguleikar

Ein fakliga sterk samfelagsvísindalig útbúgving, sum er kjølfest í vitan og royndum frá bæði altjóða viðurskiftum og føroyska samfelagnum, gevur hollar førleikar at starvast við leiðandi og greinandi uppgávum í privata, almenna og sjálvbodna sektorinum.

Eftir lokna masterútbúgving hevur tann lesandi ognað sær holla vitan um týdningarmestu viðurskiftini á samfelagsliga økinum, sum byggir á nýggjastu fakligu vitanina.

Próvtakarin hevur fingið førleikar at seta kritiskar spurningar, at greina faklig viðurskifti og at framleiða viðkomandi vitan. Hann ella hon kann arbeiða tvørvísindaliga á einum høgum fakligum stigi og loysa sjálvstøðugar uppgávur og leiðsluuppgávur. Eisini hevur viðkomandi ment sínar førleikar at arbeiða saman við øðrum í arbeiðsbólkum.

Harumframt veitir útbúgvingin førleikan at miðla gransking og granskingargrundaða vitan og kjakast um faklig viðurskifti við leik og lærd. Hann ella hon kann átaka sær uppgávur vegna privatar, almennar ella sjálvbodnar stovnar og at finna væl grundaðar loysnir á kompleksum, samfelagsligum avbjóðingum.

Framhaldandi útbúgving

Við M.S.Sc.-útbúgving í samfelagsvísindum ert tú eisini væl fyri til víðari lestur á Ph.D.-stigi.

Nærri kunning

Nærri kunning fæst við at venda tær til Heina í Skorini, útbúgvingarleiðara, heinis@setur.fo, tlf 292610