Skriva út

Lestrarvegleiðingin

á Deildini fyri Heilsu og Sjúkrarøktarvísindi


Johild Dulavík lestrarvegleiðari á deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi

Í lestrarvegleiðingini kanst tú fáa stuðul og hjálp í persónligum spurningum í sambandi við útbúgvingina. Lestrarvegleiðari er Johild Dulavík.

Eisini kanst tú fáa vegleiðing í samband við:

  • lestrarteknikk og vanar
  • lestrarmøði
  • kliniska undirvísing úti í heim
  • farloyvi, lestrarskift, flyting ímillum skúlar, møguligan lestrarsteðg
  • barnsburð
  • klagur í sambandi við próvtøkur  og annað
  • sjúkur
  • eftir- og víðari útbúgvingar
  • útbúgvingarstuðul
  • samrøðu tá próvtøkan verður mett ikki staðin

Lestrarvegleiðingin fer fram í trúnað.

Tørvar tær vegleiðing, ert tú vælkomin til at seta teg í samband við lestrarvegleiðingina.

Lestrarvegleiðarin er at hitta í:

á deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi í Sjóvinnuhúsinum Vestarabryggja 15, 5 hædd

Viðtalutíð:

Lestrarvegleiðingin er opin:
týsdag og hósdag frá kl 09.00 – 15.00

Samband:

Telefon: 29 22 65
t-postur: johildd@setur.fo