Skriva út

Lestrarvegleiðingin

á Námsvísindadeildini


Irena Tróndheim er lestrarvegleiðari á Námsvísindadeildin

Í lestrarvegleiðingini kanst tú fáa vegleiðing og stuðul í ymiskum persónligum viðurskiftum í samband við lesturin. Eisini kanst tú fáa vegleiðing í samband við: lestrarhegni, uppmøting, uppgávuskriving, farloyvi, linjulestraval, góðskriving av lestrartíð, møguleikar fyri linjulestri og starvslæru uttanlanda, víðari lestur o.a.

Ætlar tú at søkja um góðskriving av pørtum lestrinum kanst tú fáa vegleiðing frá lestrarvegleiðingini.

Vegleiðingin fer fram í trúnaði.

Lestrarvegleiðarin er at hitta:

Innast á høvuðsgongini (Lon 5) á Námsvísindadeildini.

Viðtalutíð:

Lestrarvegleiðingin er vanliga opin hesar tíðir:

  • Týsdag frá kl. 09:00 - 13:00
  • Mikudag frá kl. 09.00 - 14.00
  • Hósdag frá kl. 10.00 - 14.00

Samband:

Til ber eisini at gera avtalur við lestrarvegleiðaran uttanfyri tær vanligu viðtalutíðirnar við at venda sær til Irenu Tróndheim

Teldupostur: irenat@setur.fo - Telefonnummar: 299421