Deildin fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi
Á deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi verður undirvíst og granskað í sjúkrarøktarfrøði og heilsuvísindum í breiðari merking. Útbúgvingarnar fevna um bachelor í sjúkrarøktarfrøði.
Síðan 2016 er boðin masterútbúgving innan heilsu. Skipað verður eisini fyri serstøkum skeiðum á bachelor-, master- og ph.d.-stigi.
Eitt sindur um søguna
Útbúgvingin til sjúkrarøktarfrøðing ella til sjúkrasystur, sum tað nevndist fram til 2002, hevur verið í Føroyum síðani 1920. Í fyrstani var útbúgvingin ikki í føstum kørmum. Næmingarnir skuldu, har møguleiki var fyri tí, vera á ymiskum deildum, og útbúgvingin endaði við einari próvtøku.
Sjúkrasystraskúli Føroya varð settur á stovn 1. februar 1960. Útbúgvingin varð sett í gildið við "Anordning af 30.01.1957 om sygeplejerskeuddannelsen." Skúlin var fyrisitingarliga ein partur av Landssjúkrahúsinum.
Í februar 2000 var skúlin fluttur frá Almanna- og Heilsumálaráðnum til Mentamálaráðið. Skúlin hevur síðani virkað sum sjálvstøðugur stovnur undir Mentamálaráðnum. 22. januar 2003 kom nýggj "Løgtingslóg um útbúgving av sjúkrarøktarfrøðingum", sum ein útbúgving á bachelorstigi.
Endamálið við útbúgvingini til sjúkrarøktarfrøðing er at geva teimum lesandi førleika til at kunna virka sjálvstøðugt sum sjúkrarøktarfrøðingar og vera við í tvørfakligum samstarvi. Útbúgvingin skal, í samsvari við ta samfelagsligu, vísindaligu og tøkniligu menningina og tørvin á sjúkrarøkt, geva teimum lesandi førleika í ástøðiligum og kliniskum sjúkrarøktarkunnskapi.
Bachelorútbúgvingin í sjúkrarøktarfrøði fatar um ástøðiliga undirvísing á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi, og kliniska undirvísing á ymiskum deildum á sjúkrahúsum, ellis- og røktarheimum, og í heimarøktini kring landið.
Í 2016 bar til at søkja inn á nýggju masterútbúgvingina í fólkaheilsu. Framman undan høvdu stakskeið verið bjóðað út ímóti gjaldi, men hetta var fyrstu ferð, at full masterútbúgving innan fólkaheilsu bleiv bjóðað út á deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi.
Í 2018 og 2020 er tikið inn til master í heilsuvísindi. Útbúgvingin er skipað sum hálvtíðarlestur yvir fýra ár ella sum fulltíðarlestur yvir 2 ár. Útbúgvingin viðger sjónarmið og mát fyri heilsu og fólkaheilsu, og menniskjans samspæl við heilsuligar avbjóðingar og samfelagsligar treytir í dag og gjøgnum tíðina; greinar umhvørvisárin á heilsu, arvaligar sjúkur, kostinntøku og kropsliga venjing, og hvussu fólkaheilsan verður merkt av hesum tættum.
- 15.01.2025 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiEin lýsing av korum hjá sálarsjúkum í sløk 200 árNýggj grein gevur innlit í, hvussu livkorini hava verið h...
- 02.01.2025 Setrið Føroyamálsdeildin Námsvísindadeildin Náttúruvísindadeildin Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi Søgu- og samfelagsdeildinStakgreinalestur várið 2025Hópurin av støkum skeiðum eru í at velja, um tú hevur hug...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...