
Ráðstevna um persónslagaða viðgerð
Steno Miðstøðin og Fróðskaparsetur Føroya skipa fyri ráðstevnu um persónlagaða viðgerð í Kongshøll á Vestaru Bryggju 10. apríl frá klokkan 12 - 17
Precision Medicine kallast persónlagað viðgerð á føroyskum og snýr seg í stuttum um at veita røttu og rættstundis viðgerðina til tann einstaka. Og 10. apríl verður evnið sett á breddan á ráðstevnu í Kongshøll á Fróðskaparsetri Føroya.
Ráðstevnan, sum verður á enskum máli, hevur til endamáls at økja um vitanina við at savna fremstu serfrøðingar at umrøða nýggjastu framstigini og nýhugsanina á økinum. Tríggir fyrilestrahaldarar fara at hava framløgur um persónlagaða viðgerð í heilsugransking og á heilsuøkinum: Shivani Misra, serlækni og granskari á Imperial College í London, Torben Hansen, serlækni og professari á lærda háskúlanum í Keypmannahavn, og Bogi Eliasen, sum seinastu 11 árini hevur verið heilsustjóri á Institut for Fremtidsforskning í Keymannahavn. Eisini verður kjak og møguleiki at deila vitan og royndir.
Ráðstevnan verður frá klokkan 12:00 til 17:00. Tiltakið er ókeypis, men tilmelding krevst, tí ábit verður at fáa.
Melda til við at senda ein teldupost til: steno@ls.fo og upplýs navn og starvsstað.
Freistin at melda til er 19. mars 2025.
- 06.03.2025 Søgu- og samfelagsdeildinAlmenna kjakið um javnstøðulógina í FøroyumStríðið fyri at fáa eina javnstøðulóg í Føroyum vardi í f...
- 27.02.2025 SetriðEyðun Andreassen, professari emeritus, 80 árÍ dag, 27. februar 2025, verður Eyðun Andreassen 80...
- 25.02.2025 Setrið NámsvísindadeildinGóð arbeiðsferð á UCL í OdenseLeiðslan á Námsvísindadeildini á Setrinum hevur verið á a...