University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Læraraskúlin nýggj.jpg
24.04.2025
Setrið Námsvísindadeildin

Eftirútbúgving fyri lærarar – tú velur, hvussu langt tú vilt fara

Hevur tú hug at menna teg sum lærari? Næsta lestrarár bjóðar Námsvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum nýggj og smidlig eftirútbúgvingartilboð til fólkaskúlalærarar

 

Tú kanst velja:

  •     Eitt stakskeið á masterstigi
  •     Fleiri samanbundin skeið á sama evnisøki
  •     Eina samlaða masterútbúgving í námsfrøði – (møguleikin er í umbúna)

Skeiðini snúgva seg um alt frá flokslæraraleiklutinum, sernámsfrøði og náttúrufaksdidaktikki til KT fjølbroytni og inklusjón. Undirvíst verður seinnapartar í skúlatíð, og tilfar og uppgávur eru beinleiðis knýtt at tí, tú arbeiðir við í gerandisdegnum.

Hetta er títt høvi at fáa nýggja vitan, styrkja tínar førleikar og samstundis skapa virði fyri skúlan og næmingarnar.

Og um tú fært hug til meira? So kanst tú brúka skeiðini sum grundarlag undir eini fullari masterútbúgving í námsfrøði – eitt stig, sum vit arbeiða við at seta í verk.

Skúlablaðið hevur eisini grein um okkkara eftirútbúgvingartilboð. Les greinina her

Nærri upplýsingar og umsóknarblað er her.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Helpless Child Child Protection

    Harðskapur í barnaárum álvarslig árin á útbúgving og lívsmøguleikar

  2. Sólvá Jacobsen 2

    Sólvá Jacobsen verjir sína ph.d.-ritgerð

  3. Námsvísindaligur Granskingardagur 2025

    Gott kjak á námsvísindaliga granskingardegnum