Nógv til KTundirvísing front.jpg
24.08.2023
Setrið Náttúruvísindadeildin
Skriva út

80 lesa KT á Setrinum nú

Stórur áhugi er at lesa kunningar- og samskiftistøkni á Fróðskaparsetrinum.

Í 13 ár hevur Setrið bjóðað útbúgvingina bachelor í KT-verkfrøði út við upptøku av lesandi annaðhvørt ár, men í ár er skipanin víðkað til at hava upptøku á hvørjum ári. Hetta er tí, at tørvurin á vælútbúnum KT-fólki í Føroyum er í stórum vøkstri, og tí at menningin á økinum bara gongur skjótari og skjótari.

Aftrat árligu upptøkuni til KT-verkfrøði hevur Setrið frá í ár eisini gjørt eina "lættari útgávu" av KT-verkfrøði, nevniliga Diplom í webmenning, sum er ein partur av KT-verkfrøðini, har tey lesandi fylgja undirvísingini í 16 av teimum 21 skeiðunum í KT-verkfrøði, og harumframt verða tey, sum taka Diplom í webmenning, undantikin at gera bachelor-verktætlan.

Lokin útbúgving í Diplom í webmenning gevur 120 ECTS-stig, meðan lokin útbúgving í KT-verkfrøði gevur 180 ECTS-stig. Ein av fyrimununum við at skipa hesar báðar útbúgvingarnar soleiðis er, at tað er lætt at fáa avriksflutt øll skeiðini í Diplom í webmenning, um ein seinni velur at uppstiga seg til bachelor í KT-verkfrøði. Diplom í webmenning tekur eisini lesandi inn á hvørjum ári.

Og so hevur Setrið eisini á fyrsta sinni tikið lesandi inn til master í Dátuvísindum, sum er ein yvirbygnaður í KT eftir bachelor í KT-verkfrøði ella líknandi útbúgving.

Tilsamans eru tað umleið 80, sum lesa KT á Fróðskaparsetrinum í løtuni.

Í dag stóðu stýrisskipanir á tímatalvuni í undirvísingarhølunum á Náttúruvísindadeildini í Sjóvinnuhúsinum. Her hava fyrsta- og annaðárslesandi í KT-frøði og tey, sum lesa Diplom í webmenning, undirvísing saman

Hans Blaasvær, lektari á Náttúruvísindadeildini, undirvísti vælupplagdur í stýrisskipanum fyri stóra flokkinum av KT-lesandi